Fótbóltur

B36 skal byggja á søguna og tryggja sær gott útgangsstøði

Fyrsta bríksl í Gundadali er klokkan 19, og heimaliðið er ein lítil favorittur móti Paide úr Estlandi.

Hannes Agnarsson í Conference League-dystinum móti Tre Fiori í fjør. Tá spældi B36 fyrra dystinum í Gundadali. Hann endaði 1-0, og tað varð eisini samanlagda úrslitið (Mynd: Sverri Egholm)

Hannes Agnarsson í Conference League-dystinum móti Tre Fiori í fjør. Tá spældi B36 fyrra dystinum í Gundadali. Hann endaði 1-0, og tað varð eisini samanlagda úrslitið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-12 14:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 var liðið sum breyt evropeiska múrin. Í 2005 spældi felagið, sum tað fyrsta føroyska nakrantíð, seg víðari yvir tveir dystir. Hetta var í UEFA Cup móti ÍBV av Vestmannaoyggjunum, og 2-1 sigurin á Tórsvølli ólavsøkuaftan sendi B36 víðari.

Árið eftir basti B36 Birkirkara av Malta í Champions League, áðrenn Fenerbache úr Turkalandi gjørdist ein alt ov stórur biti. Sìðani var turkur í 12 ár hjá B36, í mun til at spæla seg víðari. Tað var tó heilt nær við móti Linfield úr Norðurírlandi tvær ferðir - serliga í Champions League í 2012 har brotssparkapping var neyðug í Gundadali.

Í 2018 bragdaði aftur hjá B36, og undir Jákupi á Borg kom felagið víðari heili fimm ferðir uppá trý ár. Í 2020 var bert talan um ein dyst í hvørjum umfari, orsakað av koronustøðuni. Hesi árini sendi høvuðsstaðarfelagið St Joseph's (Gibraltar) út tvær ferðir, OFK Titograd (Montenegro), The New Saints (Wales) og Levadia Tallinn (Estland)

Sí eisini: Video: Seinast B36 tók ímóti liðið úr Estlandi

Í ár er aftur estisk mótsstøða, og umframt tey sjey omanfyri nevndu úrslitini, hevur liðið hjá Dan Brimsvík 2022 at byggja á. Í fjør kom B36 aftur tvær ferðir víðari. Hesa ferð var tað í Conference League, og harvið hevur felagið vunnið seg víðari í fýra ymiskum evropeiskum kappingum og níggju ferð samanlagt.

Høvuðsvenjarin hjá B36 og ein av lyklaspælarunum, Andrass Johansen, vildu ikki dylja fyri, at nógvu góðu úrslitini í Evropa hava sín jaliga leiklut, tá Portalurin tosaði við teir í gjár. Teir nevndu eisini týdningin av at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. Tað kann hava sínar vansar at spæla heimadystin fyrst, staðfesti Andrass, men teir í B36 leggja stóra orku í at fáa gott útgangsstøði við til Estlands

Sí samrøðurnar her: 
Dan Brimsvík: - Vit fara at royna at taka stafettina
Andras Johansen: - Hetta er ordiliga stórt fyri okkum

[object Object]
Andrass Johansen tryggjaði B36 sigurin í fyrra dystinum móti Tre Fiori í fjør. Hetta var níggjundu ferð samanlagt, at teir í hvítum spældu seg víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør var B36 á útivølli fyrst í fyrsta umfarið og tapti 0-2 fyri Borac Banja Luka í Bosnia, men í Gundadali stóð 3-1 eftir 90 minuttir, og so vann B36 eftir brotssparkskapping. Í 2. umfari vann B36 fyrra dystin 1-0, sum var í Gundadali, og síðani endaði tað málleyst í San Marino. Andrass Johansen skoraði avgerandi málið í fyrra dystinum.

Hjá veddingarfyritøkunum er liðið, sum liggur nummar tvey í Betrideildini, favorittur móti nummar sjey úr Estlandi í kvøld. Ikki stórur favorittur í mun til heimavøllin - sigur til B36 gevur peningin umleið tvær ferðir aftur. Dysturin byrjar klokkan 19, og Televarpið vísir dystin. Portalurin verður á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder