Nýggjur steypavinnari skal finnast í ár, tí steypavinnarin í fjør, KÍ, var ikki við í pottinum í kvøld, tá drigið var um hvussu spælast skal í hálvfinalunum hjá kvinnum. HB sló KÍ út í fjórðingsfinaluni við 2-1 sigri.
Fróði Danielsen frá FSF tók bóltar úr bollanum í sendingini 3-2 í sjónvarpinum. Greitt gjørdist at NSÍ og B36 bresta saman meðan HB og 07 Vestur bresta saman í hinu hálvfinalunum.
Liðini spæla tvær hálvfinalur móti hvørjum øðrum, og fyrri dysturin verður 6. oktober og hin 30. oktober.
Vinnarin av NSÍ-B36 hevur heimavøll í finaluni, sum verður leikt á Tórsvølli 6. november.
6. oktober
Fyrra hálvfinala: NSÍ-B36
Fyrra hálvfinala: 07 Vestur-HB
30. oktober
Seinna hálvfinala: B36-NSÍ
Seinna hálvfinala: HB-07 Vestur
6. november
Finala á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald