Fótbóltur

Soleiðis verður spælt í Premier League

Fyrsti dysturin verður spældur 9. august.

Mynd: Premier League

Mynd: Premier League

2019-06-13 10:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kappingarskráin fyri komandi kappingarár í Premier League er nú klár.

Í fyrsta dystinum í kappingarárinum 2019/2020 tekur Liverpool ímóti uppflytarunum úr Norwich á Anfield. Hesin dysturin verður spældur fríggjakvøldið 9. august.

Leygardagin 10. august eru sjey dystir á skránni. Fyrsti dysturin verður spældur kl. 12:30, tá meistararnir úr Manchester City fara á vitjan hjá West Ham. Kl. 15 verða fimm dystir spældir hesir eru Bournemouth móti Sheffield United, Burnely móti Southampton, Crystal Palace móti Everton, Leicester móti Wolverhampton Wanderers og Watford móti Brighton. Síðsti dysturin leygardagin verður spældur í London har Tottenham tekur ímóti Aston Villa.

Sunnudagin eru tveir dystir á skránni. Kl. 14 tekur Newcastle ímóti Arsenal, áðrenn størsta brakið hetta fyrsta umfarið verður kl. 16:30 tá Manchester United tekur ímóti Chelsea.

Sí leikskránna fyri kappingarárið 2019/2020 á heimasíðuni hjá Premier League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder