2019-03-01 18:45
Manchester United hevur inntil víðari bara eitt navn á listanum yvir møguligan framtíðar venjara, og tað er fyribils venjarin Ole Gunnar Solskjær.
Sambært keldum hjá ESPN hevur felagið ikki sett seg í samband við nakran annan venjara um at taka yvir venjarastarvið, tá nýggja kappingarárið byrjar.
Felagið varð sett í samband við Mauricio Poccetino og Massimiliano Allegri sum møguligar komandi venjarar, men góðu úrslitini hjá Solskjær hevur nú gjørt, at hann er einasta navnið á listanum.
Síðani Solskjær setti seg í heita stólin, hevur Manchester United vunnið 12 dystir, spælt tveir javnleikir og tapt ein dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald