Manchester United við stórum sjálvsáliti tók í kvøld ímóti Burnley á Old Traffold. Og tað var eisini heimaliðið sum hevði takið á fyrra hálvleiki, og bólturin var eisini í málinum einaferð, men bríkslað var fyri rangstøðu.
Í seinna hálvleiki gjørdi Burnley um seg, og skoraði til 1-0 tá 51 minuttir vóru leiktir. Marcus Rashford hevði møguleika at javna lítla ltu seinni, men Tom Heaton í málinum bjargaði.
Tá 81 minuttir vóru leiktir økti Burnley um leiðsluna til 2-0, og tað sá ikki gott út hjá heimaliðnum og ikki minst Solskjær, sum hevur fingið so góð úrslit síðani hann tók yvir sum venjari hjá Manchester United.
Tá tríggir minuttir vóru eftir, var Jesse Lingaard feldur í brotsteigarmarkinum, og fekk brotsspark. Poul Pogba tók av møguleikanum, og setti bóltin í netið. Lítla løtu datt bólturin fyri føturnar á Viktor Lindelöf í brotsteigarmarkinum, sum javnaði til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Úrslit úr Premier League í kvøld
Manchester United - Burnley (2-2)
Arsenal - Cardiff City (2-1)
Fullham - Brighton & Hove Albion (4-2)
Huddersfield - Everton (0-1)
Wolverhampton - Westham United (3-0)
Newcastle United - Manchester City (2-1)
Premier League støðan
1 |
Liverpool |
|
|
60 stig |
2 |
Manchester City |
|
|
56 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
|
51 stig |
4 |
Chelsea |
|
|
47 stig |
5 |
Arsenal |
|
|
47 stig |
6 |
Manchester United |
|
|
45 stig |
7 |
Wolverhampton Wanderers |
|
|
35 stig |
8 |
Everton |
|
|
33 stig |
9 |
Watford |
|
|
33 stig |
10 |
Leicester City |
|
|
31 stig |
11 |
West Ham United |
|
|
31 stig |
12 |
AFC Bournemouth |
|
|
30 stig |
13 |
Brighton & Hove Albion |
|
|
26 stig |
14 |
Newcastle United |
|
|
24 stig |
15 |
Burnley |
|
|
23 stig |
16 |
Crystal Palace |
|
|
22 stig |
17 |
Southampton |
|
|
22 stig |
18 |
Cardiff City |
|
|
19 stig |
19 |
Fulham |
|
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
|
11 stig |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald