Fótbóltur

Solskjær valdur til besta venjara í januar

Manager of the Month í Premier League fyri januar mánað er fyribils venjarin hjá United, ið førdi sítt lið til tríggar sigrar útav fýra møguligum.

Solskjær og hansara venjaratoymi við heiðrinum
(Mynd: Premier League)

Solskjær og hansara venjaratoymi við heiðrinum (Mynd: Premier League)

2019-02-08 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ole Gunnar Solskjaer hevur fingið eina frálika byrjan í starvinum sum fyribils venjari hjá Manchester United; felagið sum hann umboðaði sum leikari frá 1996 til 2007. Nú hevur hann fingið heiðurin sum besti venjari í januar mánað í Premier League. 

Í januar vann United á Newcastle, Tottenham og Brighton og vendi 0-2 til 2-2 í seinastu minuttunum ímóti Burnley. Hóast tað var síðst í desember, so hava greiðu sigarrnir í trimum teimum fyrstu dystunum hjá Solksjær helst spælt ein leiklut í atkvøugreiðsluni eisini. Solskjær gevur æruna víðari til hansara leikarar og venjaratoymi: 

"Heiðurin merkir, at vit hava verið besta liðið hendan mánaðin; bæði leikarar og venjaratoymið. Eg havi nakrar fantastiskar venajrar, og tú kanst ikki vera ein góður leiðari ella høvuðsvenjari uttan góðar leikarar. Tú kanst ikki fáa úrslit uttan teir, og tað snýr seg um, hvussu teir taka tað, sum vit fortelja teimum, og teir hava verið framúr - so alt rós til teir. 

45-ára gamli norðmaðurin skýrir Micheal Carrick og Kieran McKenna, sum vóru í venjaratoyminum hjá Jose Mourinho eisini, sum framúrskarandi venjarar. Hann rósar eisini málmansvenjaranum, Emilio Alvarez, sum han sigur arbeiðir við besta málverja í heiminum. Eisini fær hansara hjálparvenjara Mick Phelan, ið kom inn saman við Solskjær, hesi orðini: - Hann kemur inn við nógvar ró og nógvum royndum, og hevur veirð umráðandi fyri meg.

Solskjær, ið vann heiðurin í kapping við Sean Dyche (Burnley) og Ralph Hasenhüttl, er fyrsti norðmaðurin sum hevur vunnið heiðurin sum Managaer of the Month ella Player og the Month í Premier League. Hetta er fyrstu ferð, at ein United-venjari vinnur heiðurin síðani Oktober 2012, tá Sir Alex Ferguson ráddi fyri brogum. Solskjæ leggur dent, á tað hevur hjálpt honum, at hann kennir mentanina í Manchester United so væl. 

Mohammes Salah var fyrr í vikuni kosin Player of the Month hjá PFA annan mánaðin á rað. Hann var PFA Player of the Year í fjør. Marcus Rashford vann sokallaða EA SPORTS Player of the Month fyri januar. André Schürrle skoraði besta málið í januar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder