Annað

Solveig vann sannførandi boksisigur

Nevaleikarar úr Tórshavn Boksing hava verið á diplomstevnu í Danmark.

Solveig Arge

Solveig Arge

2019-12-09 13:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungir nevaleikarar frá felagnum Tórshavn Boksing vóru um vikuskiftið við til boksistevnu í Nykøbing Sjælland.

Talan var um nakrar sokallaðar diplomdystir, sum fyrsta stigi hjá nýbyrjarum at koma í gongd sum kappingarboksarar.

Føroyingar boksaðu tríggjar diplomdystir, men tað var bert einasti kvinnuligi boksari á ferðini hesaferð, sum fekk diplom.

Solveig Arge boksaði ein góðan dyst móti eini royndari mótstøðukvinnu frá Nykøbing Falster. Men Solveig var omaná allan dystin, fekk 28 stig og harvið diplom og heiðursmerki.

Hinir báðir boksararnir, sum royndi seg í diplomdysti vóru Sigurbjørn Joensen og Noa Jacobsen, sum báðir høvdu mótstøðumann frá felagnum Christianshavn Boksning, CIK. Sigurbjørn fekk 19 stig og Noa 23, sum ikki røkk til diplom.

Men báðir fingur teir roynt seg í dysti, og tað hevur stóran týdning fyri føroysku boksararnar, vísir Martin Meng frá Tórshavn Boksing á.

[object Object]
Jonathan Malaikev vann sannførandi

Síðsti føroyingur, sum boksaði á stevnuni var Jonathan Malaikev, sum enn er ov ungur at fáa diplomdystir. Hóast hann var hart raktur av krími undan dystinum, so megnaði hann at boksa sannførandi móti sínum mótstøðumanni.

Hevði hann verið heilt raskur, so kundi Jonathan havt avgjørt dystin longu í øðrum umfari, vísir Martin Meng á, men fegnast samstundis yvir, at við at fáa fullan dyst mennist Jonathan enn meira sum boksari. Hann vann sannførandi við øllum dómaraatkvøðunum, 5-0.

Tórshavn Boksing er sera virkið felag og ger nógvar túrar til Danmarkar fyri at geva boksarunum dystarvenjing. Nú verður farið í holt við arbeiðið at endurnýggja avtalurnar við stuðlarnar hjá felagnum.

Hjá føroyskum boksarum er neyðugt at fara uttanlands fyri at fáa dystir. Ætlanirnar hjá felagnum er at fara niður tilDanmarkar at boksa hvønn mánað frá januar til apríl fyri at gera føroysku boksararnar til reiðar at vera við í donsku meistaraskapsstevnuni fyri byrjarar í apríl, har málsetningurin er at fáa heiðursmerki við heimaftur.

Nevaleikararnir hjá Tórshavn Boksing venja nógv. Tríggjar til fýra ferðir tveir tímar í venjingarhølinum undir ítróttarhøllini á Hálsi umframt tvær til tríggjar ferðir renning um vikuna. 

[object Object]Føroyski hópurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder