Fótbóltur

Sølvi fær helst gullskógvin aftur

Við fýra málum í 8-0 sigrinum hjá Víkingi í dag, hevur 37-ára gamli leirvíkingurin nú skorað 20 mál í 25 Betrideildardystum. Toppskjúttin í fjør er trý mál frammanfyri nummar tvey.

Tað er gott lag á Sølva Vatnhamar og venjaratoyminum hjá Víkingi fyri tíðina. Nú manglar ikki nógv í fyri at tryggja evropeiska plássið og heitið sum toppskjútti (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er gott lag á Sølva Vatnhamar og venjaratoyminum hjá Víkingi fyri tíðina. Nú manglar ikki nógv í fyri at tryggja evropeiska plássið og heitið sum toppskjútti (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-22 20:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sølvi Vatnhamar eldist sum vín

Hendan útsøgnin hevur verið at hoyrt millum fólk og frá viðmerkjarum, umframt verið sæð á skrift, seinastu árini. Nú 37-ára gamli álopskendi miðvallarin hjá Víkingi sær á ymsan hátt út til bert at gerast betri við aldrinum - í øllum førum í Betrideildini har Sølvi nú er ógvuliga nær við at gerast toppskjútti annað árið á rað.

Í fjør vísti ársins spælari í meistaraárunum 2016 og 2017 enn einaferð sítt stóra virði fyri Víking, tá leirvíkingurin millum annað avgjørdi steypafinaluna, skoraði týðandi mál í Evropa og var lykil í góðu gongdini sum heild. Sølvi Vatnhamar skoraði samanlagt 27 mál, harav 20 í Betrideildini. Hetta vóru hægstu tølini nakrantíð hjá nummar 10, sum eisini gjørdist toppskjútti fyri fyrstu ferð og valdur til ársins spælara fyri triðju ferð á Ársins Spælara-tiltakinum hjá Miðlahúsinum

[object Object]
Sølvi Vatnhamar, stutt eftir seinasta bríksl í steypafinaluna móti KÍ í oktober í fjør, sum hann avgjørdi. Nakrar vikur seinni fekk víkingurin gullskógv og heiðurin sum ársins spælari (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar og Víkingur høvdu eina skinkluta byrjan uppá kappingarárið, í øllum førum í mun til stig á kontuna. At fleiri lyklaspælarar vóru burtur, og at skerpni á seiansta triðinginum vantaði, var týðiligt. Hetta kostaði eisini steypakappingina og víðari luttøku í Conference League, men frá síðst í juni hevur ongur slingur verið í valsinum í Betrideildini fyri liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen.

Víkingur vann í dag 12. sigurin á rað í deildini og vann seg harvið eisini uppá 2. plássið. Hetta tíðarskeiðið hevur liðið bert latið fýra mál inn, og Sølvi Vatnhamar hevur tvær ferðir skorað fýra mál í sama dysti. Fýra mál í 2. hálvleiki móti EB/Streymi í dag sendi Sølva framvið liðfelaganum Martini Klein Joensen, gøtumanninum Adrian Rúnason Justinussen og Pálli Andrasson Klettskarð. 

Topp-fimm listin 

Víkingur
2189
25
0,80
0
1498
22
0,77
0
HB
2083
24
0,67
0
Víkingur
0
1477
25
0,64
0
HB
0
1899
26
0,58
0

(Talva: Faroesoccer)

Páll Klettskarð hevur spælt aftur seinastu tíðina. Áleyparin hevði 14 mál eftir 11 umfør, og tað er avgjørt væl hugsandi, at Páll hevði verið omanfyri tjúgu mál, um hann ikki hevið fingið skaða í fótin í juni. Áleyparin hjá KÍ hevur spælt umleið 700 minuttir færri enn Sølvi - tað sama er galdandi fyri Martin Klein.

Hetta tekur tó einki burtur frá roynda leirvíkinginum, sum hevur verið glóðheitur seinastu tíðina og hevur 13 mál eftir summarsteðgin. Samanlagt hevur Sølvi 10 upplegg, sambært bolt.fo. Alt bendir á, at Sølvi Vatnhamar fær gylta skógvin annað árið á rað, og hetta er nakað serstakt fyri ein álopskendan miðvallara, sum er í seinna helmingi av 30'árunum. 

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder