Starvsnevnd Svimjisamband Føroya hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, frá 1. september.
Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki.
Sølvi Reinert Hansen hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti, serliga við nevndarvirksemi í Føroyum og uttanlanda, har hann hevur verið millum annað ráðgevi, aðalskrivari og forseti ÍSF, og nevndarlimur í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA.
Seinastu 13 árini hevur hann starvast sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu, har hann millum annað hevur fingist við at fáa í lag býtislykil til ítróttarstuðul og frítíðarkortið Spjaldur, umframt at hava havt virknan leiklut í byggingini av Bylgjuni, nú skjótt við svimjihøll eisini.
Svimjisambandið hevur seinasta hálvtannað árið virkað uttan aðalskrivara, har í staðin forfólk og nevnd hava tikið sær av hesum.
- Tað er gingið nøkulunda, um enn við avmarkingum vegna væntandi arbeiðsorku, serliga í vanligari arbeiðstíð, sigur Svimjisambandið.
- Vit vænta okkum nógv av nýggja samstarvinum, har Sølvi óivað kann læra okkum ymiskt um, hvussu Svimjisambandið kann betrast og mennast. Møguleikarnir eru mangir, millum annað vegna nýggju svimjihallirnar sum eru á veg í Havn og í Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald