
Um hálvan tíma er fyrsta bríksl í Gundadali, har KÍ tekur ímóti FK Zalgiris Vilnius úr Litava í fyrsta undanumfarið í Evropa League.
Dysturin er fluttur eitt døgn frá týsdegnum, tí litaviska liðið kom ikki til landið fyrrenn í gjár vegna mjørka í Vágunum.
Tað er nú greitt, hvørjir manna liðið frá byrjan hjá KÍ. Talan er um hesar ellivu:
Kristian Joensen - Jóannes K.Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen, Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic, Ronni Møller- Iversen - Páll A.Klettskarð
Hetta eru teir somu, sum byrjaðu í 2-1 sigrinum á Birkirkara hóskvøldið. Seinast var talan um eina 4-4-1-1 uppstilling, sum eisini er víst á omanfyri. Heimasíðan hjá UEFA setur tað tó upp sum eina 3-5-2 uppstilling í dag; so fáa vit at síggja hvussu tað sær út um eina løtu.
Hesir eru á bonkinum: Meinhardt Joensen, Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jacobsen, Steinbjørn Olsen, Jóhan Waag Høgnesen, Óli Eyðsteinsson Poulsen
Her er tað merkisvert, at Jóannes Bjartalíð, ið var skaddur og havið ikki við fyri lítlari viku síðani, er tøkur aftur í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald