Í dag kom bólkaspælið í Faxe Kondi kappingina at enda.
Tað gjørdist ikki heilt stórur spenningur, um hvør fór at koma víðari. Menninir hjá StÍF tapti fyri Kyndli í gjár, og Neistin vann í Klaksvík í dag.
Kvinnurnar hjá StÍF bjóðaði eina løtu av álvara H71 av, men heimaliðið tók at enda plássið.
Menninir úr Hoyvík vunnu so tepurt so gjørligt, tá VÍF, uttan Filip Jojic, vitjaði í dystinum um 1. plássið í bólkinum.
Úrslitini hava við sær, at hoyvíkingar og tey í bláum úr Havn hittast. Hjá kvinnum er lagt upp til sera tættar dystir - hjá monnum er tað ein endurtøka av FM-finalunum í fjør. Hjá monnum verða tað tveir klassikarar, sum koma at avgerða annað finaluplássið - hjá kvinnum er tað ein endurtøka av steypa-og FM-finalunum seinastu tvey árini.
Menn:
Bólkur 1:
Leygardagur 01.02.20 kl. 18.00 KÍF – H71 2 28-25
Sunnudagur 02.02.20 kl. 16.00 H71 – VÍF 24-23
H71 6
VÍF 4
KÍF 2
H71 0
Bólkur 2:
Leygardagur 01.02.20 kl. 18.00 StÍF – Kyndil 19-24
Sunnudagur 02.02.20 kl. 16.00 Team Klaksvík – Neistin 26-35
Kyndil 6
Neistin 4
StÍF 2
Team Klaksvík 0
Hálvfinalur:
H71 – Neistin
Kyndil – VÍF
Kvinnur:
Bólkur 1:
Neistin 4
Kyndil 2
Stjørnan 0
Bólkur 2:
Sunnudagur 02.02.20 kl. 14.00 H71 – StÍF 23-19
Sunnudagur 02.02.20 kl. 15.00 VB – VÍF 18-37
VÍF 6
H71 4
StÍF 2
VB 0
Hálvfinalur:
H71 – Neistin
Kyndil – VÍF
Eftir ætlan verða fyrru hálvfinalurnar leiktar mitt í vikuni og tær seinnu komandi vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald