Tríggjar fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið eru lidnar fyri lítlari løtu síðani. Eingin teirra gjørdist spennandi út á 2. hálvleik:
HB - B36 3-1 (2-0)
Sí meira um dystin her
B68 - KÍ 0-3 (0-2
Sí meira um dystin her
Víkingur - FC Hoyvík 5-0 (1-0)
Sí meira um dystin her
Í Sarpugerði skrædnaði eftir eina løtu í 2. hálvleiki. Jákup Johansen og Mikkel Hyllegaard vórðu tvífaldir málskjúttar, og Sølvi Vathamar skoraði brotsspark, og Víkingur vann sum væntað greitt á gestunum úr næstbestu deildini.
Á Svangaskarði var alt við tað gamla hjá KÍ: Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg skoraðu - Árni við góðum beinleiðis frísparki og Páll tvey - og nummar 7 legði upp til nummar níggju. B68 kom til fleiri góðar støður, men tað var 0-3 eftir 63 minuttir, og steypavinnararnir víðari.
![]()
Kenda sambandið millum høgra vongin og áleyparan hjá KÍ og dygdir teirra komu aftur til sjóndar á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)
Í Gundadali var betri lag á bakkanum í dag, og serliga móti endanum hoyrdust "HB, HB, HB"-rópini. Tá var 3-0 til teir í reyðum og svørtum, og hóast B36 fekk eitt mál í yvirtíðini, so gjørdi tað ikki nakað við HB-hýrin. Eftir tunga gongd í landkappingini svaraði HB aftur í steypakappingini.
Talan var um javnan dyst fyri steðgin, men liðið hjá André Olsen vísti effektivitet og hevði eisini nakrar marginalar við. Fyrst skoraði Mathias Voss eftir skjótt og vælspælt álop - skotið rakti ein B36'ara á vegnum og snýtti Silas Eyðsteinsson. Stutt fyri steðgin kom B36-málverjin illa út, og so kundi Strom Bugge Petersen økja.
B36 royndi eftir steðgin, men fyriuttan stútaran hjá Tobias Hansen, var ikki nær við at koma spenningur í. Heldur punkteraði HB: Liðið vann bóltin í høgrum trýsti, Dan í Soylu legði væl innfyri úr høgru, og so setti Ejvind Restorff Mouritsen snilt bóltin í B36-málið.
Hetta kann ikki nýtast til nakað ítøkiligt í landskappingini, har HB er heldur langt frá plássunum sum man vil og helst skal kappast um. Men liðið er í hálvfinaluni og tekur nú viðgongd við inn aftur til 8. umfar, sum verður sunnudagin.
Samrøður úr Gundadali og av Svangaskarði á Portalinum og á FM1 seinni
Í morgin klokkan 18.30 spæla 07 Vestur og NSÍ í Sørvági. FM1 sigur frá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald