Fótbóltur

Sonni er longu støðgaður sum TB-venjari

Hann er í einum fulltíðarstarvi aðrstaðni, og tíðin við spælarunum er ov lítil, sigur Sonni Djurhuus við síðuna hjá TB tríggjar dagar eftir 5-0 ósigurin móti botnliðnum. Fyri aðru ferð í ár skal TB hava nýggjan venjara.

Sonni Djurhuus tók við í landsliðssteðginum í mars. Í teimum átta umførunum síðani hevur TB fingið fýra stig - ein sigur og ein javnleik (Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag)

Sonni Djurhuus tók við í landsliðssteðginum í mars. Í teimum átta umførunum síðani hevur TB fingið fýra stig - ein sigur og ein javnleik (Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag)

2025-05-19 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dýra biðidag var TB fyri fjórða lemjandi ósigrinum síðani tíðliga í apríl: 0-8 móti Skála í steypakappingini, 1-5 á heimavølli móti NSÍ, 0-10 í Klaksvík og so 0-5 móti 07 Vestur.

Tríggjar dagar eftir stórtapið í Sørvági hevur TB í skrivi váttað, at Sonni Djurhuus ikki longur er høvuðsvenjari í felagnum. Venjarin úr Øravík er tó ikki formliga uppsagdur - TB skrivar, at Sonni hevur ynskt at blíva loystur úr starvi.

Orsøkin er tíðin:

- Sonni er í øðrum fulltíðarstarvi, og hann metir, at starvið sum høvuðsvenjari í Betri Deidini hjá monnum er eitt fulltíðarstarv. Tí metir hann, at tann tíðin hann hevur havt saman við leikarunum hevur ikki verið nøktandi til tað, sum krevst av einum høvuðsvenjara.

Sonni Djurhuus tók við í landsliðssteðginum í mars. Tá hevði TB tvey stig fyri tveir dystir. Undir honum hevur TB fingið fýra stig - øll við Stóra: Ein sigur á 07 Vestur og ein 1-1 javnleik móti B68. 

Nú tíggju umfør eru farin, skal TB fyri aðru ferð í ár veruliga út at leita eftir einum nýggjum høvuðsvenjara.

Áðrenn kappingin byrjaði, vóru Rasmus Nolsøe, umframt teir báðir norðmenninir, sum skuldu stýra tingini saman við lokala venjaranum, ikki longur í sínum leiklutum.

Arbeiði at finna nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið til elsta felganum í Føroyum er farið í gongd, verður kunnað um. 

Eftir 10 umfør er TB á 9. plássi við 6 stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder