Annað

Sonni givin sum venjari hjá parasport

Hevur havt ábyrgdina av frælsum ítróttum innan parasport síðan 2002.

Egga Jensen, formaður í Parasport Føroyar, takkaði Sonna Djurhuus fyri trúgva tænastu á móttøku í gjár (Mynd: Parasport Føroyar)

Egga Jensen, formaður í Parasport Føroyar, takkaði Sonna Djurhuus fyri trúgva tænastu á móttøku í gjár (Mynd: Parasport Føroyar)

2019-09-20 08:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sonni Djurhuus, ið hevur verið ein av drúgvastu venjarunum, og hollastu stuðlunum hjá Parasport, hevur boðað frá at hann nú gevst sum venjari eftir 17 ára tænastu, skrivar Parasport Føroyar á heimasíðu síni.

Sonni kom í samband við ÍSB í 2002 tá hann gekk á Lærarakúlanum. Hóast Sonni hevur eina bakgrund í fótbólti, játtaði hann at taka sær av frælsum ítrótti fyri ÍSB.

Fyrsta uppgávan var at venja íðkarar til fyrstu Special Olympics World Games, ið skuldu verða í Írlandi í 2003. Vant var tá mest á fløtuni við Venjingarskúlan í Havn.

Sonni hevur øll árini havt ábyrgd av frælsum ítróttum, og hevur hann gjørt hetta við nærleika og av fullum hjarta.

Á lítlari samkomu hósdagin takkað Egga Jensen, formaður í Parasport Føroya , Sonna fyri drúgva tænastu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder