Seint í fjør segði Dragan Brljevic seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum. Finnur Hansson helt fram sum hjálparvenjari, og Sonni Larsen tók við sum høvuðsvenjari.
Sonni og Finnur stóðu harvið á odda teir seinastu fýra dystirnar í EM-undankappingini, ið vórðu leiktir í vár, har føroyska liðið framdu nøkur góð avrik, og
nú er greitt, at venjaratoymið hjá føroyska kvinnulandsliðnum heldur fram.
Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag.
Føroysku kvinnurnar skulu spæla 1. umfar av HM-undankappingini í tveimum play-off dystum móti Kosovo. Tann fyrri verður mikudagin 2. november í Høllini á Hálsi - hin seinni verður 5. ella 6. november á útivølli.
Harvið er uppgávan hjá venjaratoyminum nú at fyrireika liðið til hesa uppgávuna. Talan er um ein eitt-ára sáttmála millum Hondbóltssambandið og Sonna Larsen, sambært danska hondbóltsmiðlinum hbold.dk.
Sonni Larsen skal eisini arbeiða saman við ungdómslandsliðsvenjarum og verður somuleiðis venjari hjá U06-kvinnum saman við Agnari Joensen, skrivar hsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald