2019-02-01 15:58

Sonni Ragnar Nattestad skiftir til FC Fredericia úr norska Molde. Danska felagið skrivar á Facebook, at felagið hevur gjørt 2,5 ára sáttmála við føroyska landsliðsleikaran.
Stjórin í FC Fredericia sigur, at talan er um ein framúr góðan leikara, og at felagið hevur gjørt kvettið.
Fyrsta liðið hjá FC Fredericia er í løtuni í Antalya í Turkalandi, og Sonni Ragnar møtist við liðinum í morgin.
FC Fredericia spælir í næst bestu donsku fótbóltsdeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald