Fótbóltur

Sonni Ragnar skiftir til Horsens

Føroyski miðverjin er leigaður úr Noregi.

2018-09-01 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flytingarvindeygað í nógvum londum lat aftur í gjárkvøldið. Tað vóru ikki tær stóru flytingarnar, men við føroyskum eygum kom tó ein rímiliga stór flyting.

24-ára gamli Sonni Ragnar Nattestad hevði eitt væleydnað uppihald í Aalesund í vár, har hann varð leigaður út til frá Molde. Hann fekk ein skaða í uppstartinum í summar, men er komin fyri seg aftur, og er úttikin til føroyka landsliðshópin, sum í næstum skal spæla móti Malta og Kosovo.

Sonni Ragnar fer nú aftur til danskan fótbólt, har hann var frá 2013 til 2015. Hann var tá knýttur at FC Midtjylland, og spældi nakrar dystir í Superligaini fyri stóra felagið. Hann var eisini leiðagur út til Vejle og júst Horsens.

Nú er høgi miðverjin aftur í Eysturjútlandi, har hann skal verða til januar. In.fo skrivar, at útlitini fyri spælitíð í Horsens eru góð mótvegis teimum í Molde, so tí gjørdist skifti veruleiki.

Sonni Ragnar gerst liðfelagið við Hall Hansson í Horsens. Í gjár tóku Hallur og liðfelagirnir móti Viljormi Davidsen og Vejle. Báðir føroysku landsliðsleikararnir spældu allar 90 minuttirnar í 0-0 javnleikinum.

Horsens liggur í løtuni á 7.plássið í Superligaini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder