AB kunngjørdi í gjárkvøldið, at felagið hevur gjørt avtalur við venjarar og ein nýggjan leikara.
Sorin Anghel, ið hevur verið í Føroyum síðani 2000 og veruliga gjørt um seg sum leikari, førdi í fjør AB til bjarging í Betri-deildini í sínari fyrstu uppgávu sum høvuðsvenjari. Greitt var, at hann skuldi halda fram á Argjum, og nú hevur Sorin skrivað undir ein trý-ára sáttmála.
Hópurin hjá AB er bygdur upp við egnum leikarum. Í gjárkvøldið kunngjørdi AB sín fyrsta styrk til komandi ár. Talan er um 21-ára gamla Hera Hjalt Mohr, ið kemur úr HB. Hann var við til at vinna steypakappingina hjá U21 í august, og hevur spælt 34 dystir í fremstu deildini; harav níggju við TB í 2016.
(Heri Hjalt Mohr er nýggjur leikari á Argjum - Mynd: AB)
AB hevur eisini kunngjørt, at FM-venjarin hjá U21, Allan Mørkøre, heldur fram í felagnum. Fyrrverandi landsliðsleikarin hevur í nógv ár virkað sum venjari á Argjum. Hann skal eisini hava ábyrgd av U17-liðnum hjá AB
Fótbóltur
Sorin Anghel longt við AB
Høvuðsvenjarin og U21-venjarin hava fingið nýggjan sáttmála á Argjum, og felagið hevur fingið styrk til besta liðið.
Sorin Anghel hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við AB (Mynd: AB)
2018-12-13 06:17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald