
Enski landsvenjarin, Gareth Southgate, hevur í dag lagt frá sær, eftir at tað heldur ikki í aðru royndini eydnaðist honum at føra lið sítt til EM-sigurs.
Enska liðið – eisini kallað The Three Lions – tapti 2-1 fyri Spania í EM-finaluni í Berlin sunnudagin. Fyri trimum árum síðani tapti Ongland EM-finaluna móti Italia í brotssparkskapping.
53 ára gamli Southgate stóð á odda fyri Ongland í átta ár og 102 landsdystum.
- Sum errin onglendingur hevur tað verið mín lívs heiður at spæla fyri Ongland og at standa á odda fyri Ongland sum venjari. Tað hevur havt alt at týða fyri meg, og eg havi eg kundi. Men nú er tíðin komin til broytingar, og til ein nýggjan kappittul, sigur Southgate sambært BBC.
Gareth Southgate spældi sjálvur 57 landsdystir fyri Ongland frá 1995 til 2004. Áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari var hann venjari í felagnum Middlesbrough. Sum spælari umboðaði hann Crystal Palace (1988-1995), Aston Villa (1995-2001) og Middlesbrough (2001-2006)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald