2018-10-04 15:17
Enska fótbóltssambandið hevur longt sáttmálan við enska fótbóltslandsliðið fram til eftir HM í 2022.
Núverandi sáttmálin hjá enska landsliðsvenjaranum var galdandi til 2020, men eftir at hava leitt landið til hálvfinaluna í HM í Russlandi í summar, hevur fótbóltssambandið longt sáttmálan.
Hálvfinalan í summar var fyrstu ferð at Ongland er komin so langt seinastu 28 árini.
Við nýggja sáttmálanum fær Gareth Southgate 3 milliónir pund um árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald