Fótbóltur

Spæla aftur á Tórsvølli klokkan 19.45 hóskvøldið

Talan er um play-off dyst í Europa League móti Sheriff Tiraspol. Atgongumerkjasølan hjá KÍ er í gongd - Kringvarpið vísir dystin.

Seinast KÍ spældi á Tórsvølli endaði tað við 2-1 sigri á norsku meistarunum, Molde (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast KÍ spældi á Tórsvølli endaði tað við 2-1 sigri á norsku meistarunum, Molde (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-22 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Champions League ævintýrið hjá KÍ kom at enda í síðstu viku við tapi eftir longda leiktíð í Molde.

Fyrri dysturin var á Tórsvølli, og endaði hann 2-1 við tveimum málum frá Árna Frederiksberg. Tað var ein søguligur sigur, og har var heilt gott lív í.

[object Object]Árni Frederiksberg hevur skorað eitt av sínum mongu Champions League-málum fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Hóskvøldið spælir KÍ aftur á tjóðarleikvøllinum. Tórsvøllur er góðkendur til hesu evropeisku umførini - Djúpumýra er bert góðkend til 1. og 2. umfar. Hetta er orsakað av serliga vallarstødd og tal av áskoðaraplássum.

Til KÍ - Molde í 3. umfari í Champions League var nærum útselt. Áhugin fyri play-off dystinum í Europa League er, ikki óvæntað, ikki eins stórur. At síggja til á atgongumerkjasøluni er hon ikki gingin so skjótt. 

Um tað er kappingin, eitt minni áhugavert mótstøðulið ella verri gongdin hjá KÍ í løtuni, sum ger tað, er ilt at siga.

[object Object]


[object Object]
Frá dystinum hjá KÍ móti Molde (Myndir: Sverri Egholm)

Síðst vann KÍ á Molde. Nú skal liðið hjá Magna Hoseth royna at fáa gott útgangsstøði móti meistarunum úr Moldova í fyrra dystinum í EL play-off. 

Fyrsta bríksl hóskvøldið 24. august verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder