Hondbóltur

Spæla bólkafinalu móti Spania seinnapartin

U19-kvinnurnar kunnu spæla seg í uppaftur betur støðu til avgerandi dystirnar um vikuskiftið. Dysturin byrjar kl. 13.15 og kann stroymast á EHF TV.

Føroysku kvinnurnar høvdu frídag í gjár og skulu nú stríðast við Spania í higartil størstu uppgávuni í kappingini (Mynd: EHF)

Føroysku kvinnurnar høvdu frídag í gjár og skulu nú stríðast við Spania í higartil størstu uppgávuni í kappingini (Mynd: EHF)

2023-07-13 08:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesa vikuna er European Championship fyri U19-landslið hjá kvinnum í Litava. Talan er um kapping fyri nøkur av liðum, ið ikki spældu seg til sjálvt EM-endaspælið. Hetta er í gongd nú, og 16 lið eru við.

Í European Championship snýr tað seg um menning og at royna at vinna eina kapping, men so er eisini stóra gularótin, at finaluliðini fáa rættin at spæla um HM-pláss. Endaspælið verður næsta ár, og útgangsstøði er, at finaluliðini í European Championship seinni í ár spæla play-off dystir móti teimum liðnum, ið enda lægst í EM-endaspælinum.

Føroyar hava ein fínan møguleika at røkka finaluni. Hálvfinaluplássið kom í hús týsdagin, og føroysku kvinnurnar skulu leygardagin spæla um finalupláss móti Slovenia, Litava ella Bosnia - alt eftir hvussu úrslitini í dag laga seg.

Føroyar skulu fyrst hugsavna seg um at spæla um fyrsta plássið í sínum bólki. Eins og føroyska liðið, hevur Spania vunnið báðar sínar dystir stórt. Spania hevur betri málúrttøku, so javnleikur er nóg mikið hjá teimum fyri at vinna bólkin. Føroyar skulu vinna, og sum útgangspunkt er lagt upp til ein spennandi dyst; ein sum verður nógv truplari hjá Føroyum enn teir undanfarnu. Tá liðini hittust í fjør, vann Spania greitt.

[object Object]
Føroyska liðið hevur skorað yvir 40 mál í báðum sínum dystum higartil - her eftir stórsigurin á Turklandi (Mynd: EHF)

U19 European Championship, 3. umfar
Klaipedia, Litava - hósdagin 13. juli
13.15: Føroyar - Spania

Spania 4 stig
Føroyar 4 stig
Turkaland 0 stig
Bulgaria0 stig

Dysturin kann stroymas á ehftv.com - um ein ikki hevur brúkara, so er tað skjótt ot ókeypis at stovna ein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder