- Sjálvt um úrslitið ikki var so pent, sum føroyska liðið hevði ætlað, so vóru nógv góð ting at taka við til komandi dyst, sum er á útivølli móti Skotlandi týskvøldið. Ein tann størsta gleðin á einum annars vónbrótandi kvøldi hjá landsliðnum var at síggja og hoyra mongu áskoðararnar, sum trúfastir stuðlaðu liðnum allan dystin.
Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum eftir 10-0 tapið fyri Spania í gjárkvøldið.
Sí eisini:
Skrædl í øðrum hálvleiki førdi til tvísiffrað tap
Myndir: Føroyar - Spania
Tað gekk serliga galið eftir steðgin móti tí á pappírinum sterkasta liðnum í bólkinum. Nú snýr tað seg um at fyrireika seg til at spæla móti tí á pappírinum næststerkasta liðnum í bólkinum, Skotlandi.
Føroyar spældu móti Skotlandi í undankappingini til HM 2015. Í 2013 endaði tað 7-2 til Skotland á Tórsvølli - Heidi Sevdal skoraði bæði føroysku málini - og árið eftir endaði tað 9-0 í Motherwell.
Mynd: Sverri Egholm
Týskvøldið klokkan 19.35 verður Hampden Park í Glasgow karmur um dystin millum Føroyar og Skotland. Pláss er fyri yvir 50.000 áskoðarunum har. Tað verður ikki líka stórur stuðul til føroysku kvinnurnar í Glasgow sum á Tórsvølli í gjárkvøldið, men liðið skal royna at reisa seg. Føroyska ferðalagið er í dag farið til fólkaríkasta býin í Skotlandi.
Skotland liggur 22. plássi á FIFA-styrkislistanum - Spania er nummar tíggju, og Føroyar eru nummar 95. Skotsku kvinnurnar hava ikki spælt í HM-undankappingini enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald