Hondbóltur

Spæla ímóti Italia í annaðkvøld

Spæla um rættin at koma við til HM-kappingina komandi ár.

Føroyska liðið eftir sigurin á Polandi í gjár (Mynd: Harald Bjørgvin)

Føroyska liðið eftir sigurin á Polandi í gjár (Mynd: Harald Bjørgvin)

2022-07-14 07:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næsti spennandi dysturin hjá føroyska U20 hondbóltslandsliðnum verður spældur í Porto í annaðkvøld klokkan 19.30

Eftir at føroysku dreingirnir higartil í EM-kappingini hava spælt allar sínar dystir á middegi, okkara tíð, skulu teir nú spæla ein kvøldardyst.

Talan er um ‘hálvfinaluna’ í stríðnum um at enda á 9. plássi, og mótstøðuliðið í morgin er Italia, sum endaði ovast í hinum bólkinum í innleiðandi umfarinum.

Italia var í innleiðandi bólki saman við Íslandi, Týsklandi og Serbia, har tey bæði síðst nevndu komu víðari í EM-kappingini.

Italia vann ein dyst í innleiðandi umfarinum, nevniliga móti Íslandi, 27-26, og fekk sostatt tvey lið við sær víðari í millumumfarið. Ísland fekk eitt stig í innleiðandi bólkinum, 28-28 móti Serbia, og fekk harvið onki stig við sær víðari.

Í miðumfarinum spældi Italia fyrst javnleik 25-25 móti Kroatia og í gjár gjørdist tað til ein tryggan sigur, 31-26 móti Montenegro.

Vinnarin av dystinum í annaðkvøld skal spæla um 9./10. pláss leygarkvøldið, og taparin skal spæla um plaseringina 11 og 12. Í hinari ‘hálvfinaluni’ spæla Slovenia og Ísland, so leygarkvøldið verður føroyska mótstøðan annaðkvørt grannarnir úr Íslandi ella Slovenia, og harvið møguleiki at fáa hevnd fyri eitt máls-tapið í innleiðandi umfarinum.

Ein sigur móti Italia í annaðkvøld merkir, at Føroyar hava tryggjað sær luttøku í heimsmeistarakappingini næsta ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder