Fótbóltur

Spæla klokkan 18:30 í kvøld

Tað var ikki spælandi á Svangaskarði í gjár, og tískil er dysturin millum B68 og HB fluttur til í kvøld.

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

2026-05-26 09:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annan hvítusunnudag var fult umfar í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni. Men orsakað av vindi bleiv dysturin millum B68 og HB ikki settur í gongd.

Kappingardeildin hjá FSF hevur síðani avgjørt at dysturin í staðin verður spældur í morgin, týsdagin 26. mai klokkan 18:30.

Hetta hevur samstundis við sær, at dysturin í 12. umfari millum HB og Víking, sum skuldi vera í Gundadali komandi fríggjakvøld, er fluttur til leygardagin 30. mai.

12. umfar
Skála – 07 Vestur (fríggjadagin)
HB – Víkingur (leygardagin)
AB – NSÍ (leygardagin)
B68 – B36 (leygardagin)
KÍ – EB/Streymur (leygardagin)

Les eisini: Allir favorittarnir vunnu - men tað var tepurt


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder