Føroyar vóru á odda við nøkrum málum tíðiliga í dystinum í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið, men tá samanumkom var útiliðið tað sterkari.
Sí eisini:
Fimm mál á muni á Hálsi
Myndir: Føroyar - Eysturríki
Nú skal fokus beinanvegin á næsta dyst, ið eisini er móti Eysturríki. Liðini møtast aftur leygardagin kl. 16.30 í Maria Enzerdorf sunnanfyri Wien í Eysturríki.
Talan er um fjórða umfar í bólki 2 í HM-undankappingini, har Eysturríki hevur trý stig, og Føroyar einki hevur. Unga liðið, sum nú er stjórnað av Sonna Larsen, vísti tó í gjárkvøldið, at tað væl kann spæla við.
Eysturríki fer aftur at vera stórfavorittur, og meðan liðið úr Miðevropa stríðist um annað av plássunum til HM-endaspælið í desember, so snýr tað seg fyrst og fremst um menning og dystarvenjing saman á høgum stigi hjá føroyska liðnum. Nógv bendir á, at tað hevur síni bestu ár frammanfyri sær, við tí hópi, ið nú er, men dysturin leygardagin skal spælast væl.
Hópurin til dystin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold
Vengur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ingibjørg Olsen, ÍBV
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Brynhild Pálsdóttir, H71
Strikur:
Petra Larsen, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK
Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald