Tá avtornaði vóru fimm mál á muni, 29-24 til Eysturríki.
Okkara kvinnur fingu annars eina flúgvandi byrjan, og tá smáir fimm minuttir vóru leiktir vóru Føroyar á odda 5-2. Gestirnir tóktust at vera skelkaðar og venjari teirra mátti eisini taka eitt timeout fyri at sissa eysturíksku kvinnurnar. Tað hjálpti, og sum frá leið tóku gestirnir meira yvir.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Støðan í hálvleikinum var 15-12 til Eysturríki.
Eysturíki kom væl út til seinna hálvleik, og eftir eitt korter var munurin átta mál, 17-25. Hóast eysturíkski sigurin ongantíð var í vanda, so fekk føroyska liðið minkað um munin, og úrslitið gjørdist 29-24.
Føroyska fjepparafelagið var á fyrsta sinni við til landsdyst í hondbólti. Tað hoyrdist í høllini (Mynd: Sverri Egholm)
Jana Mittún gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum.
Føroyar - Eysturríki 29-24 (12-15)
Jana Mittún 6 mál
Súna Krossteig Hansen 4 mál
Turid Arge Samuelsen 3 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 3 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Nina Katrina Johansen 3 mál
Brynhild Pálsdóttir 1 mál
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald