Berlin, Týskland (Portalurin) - Spenningurin er stórur undan HM-fjórðingsfinaluni hjá Føroyum í morgin, og uppgávan hjá U21-landsliðnum í týska høvuðsstaðnum er eisini stór.
Serbia kom í EM-hálvfinaluna í fjør við millum annað at basa Svøríki tvær ferðir. Serbar endaðu við bronsu í kappingini. Í mun til tá manglar sterki spælskiparin Stefan Dodic. Hann gjørdist mest virðismikli spælarin í EM-endaspælunum hjá hesum árgangunum, men Dodic, ið er sáttmálabundin til RK Zagreb, er skaddur nú.
Serbar hava tó sterkt lið, og eru kanska fysiskt sterkasta liðið í kappingini, sambært Juliani Johansen. Málverjin hevur hægsta bjargingarprosentið í kappingini - sambært IHF - strikuspælarin er ógvuliga ringur at fáast við, og høgri bakkurin Milos Kos er vandamikil. Hann hevur blusu nummar 5, spælir til dagliga í Zagreb og skýtur dúgliga og dygdargott.
Her ber til at hoyra Djóna Gaard Joensen og Jónas Gunnarsson Djurhuus gera metingar um Serbia - Føroyar o.a.
Føroyar hava higartil vunnið greitt á EM-gullvinnarunum og liðnum, sum endaði við silvurheiðursmerkjum í fjør - Spania og Portugal. Hetta hevur helst gjørt sítt til, at veddingarfyritøkurnar hava Føroyar sum greiðan favoritt. Oddsið á føroyskan sigur liggur beint omanfyri 1.30 hjá teimum flestu. Ein sigur og harvið hálvfinalupláss til Serbia gevur peningin yvir fýra ferðir aftur.
Hetta er ein greiður munur og heldur óvæntað, tá tað millum annað verður hugsað um, at serbar spæla yrkishondbólt í Serbia, Kroatia, Slovenia og Ungarn.
Føroysku spælararnir skulu hugsavna seg fult um at spæla upp til sín besta, og tað tykjast teir eisini avgjørt at gera. At Óli Mittún er í hópinum nú, ger ikki støðuna verri.
Føroyar og Serbia spæla um hálvfinalupláss í morgin, hósdagin 29. juni. Fyrsta bríksl í Max Schmeling høllini í Berlin verður klokkan 12.15. Kringvarpið vísir dystin, og Portalurin hevur nógv ymiskt tilfar her niðri frá.
Sí eisini samrøður við spælarar:
Pauli Jacobsen: - Haldi vit eru betri enn teir á nøkrum økjum
Rói Ellefsen á Skipagøtu: Eru góðir til at halda fokus og hyggja frameftir
Bogi Hansen: - Hetta kann blíva ordiliga stórt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald