Hondbóltur

Djóni og Jónas við múrin: Føroyar vinna við fýra málum

(Video) Teir bíløgdu ferðina til Týsklandi í skundi og njóta nú tíðina. Hóast teir kenna styrkina hjá serbum, so trúgva tveir av føroysku fjepparunum uppá sigur í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-28 20:20 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Djóni Gaard Joensen og Jónas Gunnarsson Djurhuus tóku eina skjóta avgerð eftir flotta føroyska sigurin á Spania: Teir skuldu niður til Týsklands at stuðla U21-landsliðnum.

Hoyvíkingarnir hava fingist við hondbólt so at siga alt lívið og sóu tveir føroyskar sigrar í Hannover benleiïs. Nú gleða teir seg til dystin móti Serbia í morgin, sum teir vænta, at Føroyar vinna - við umleið fýra málum.

Serliga Djóni ávarar tó um sterka serbiska mótstøðu í fjórðingsfinaluni.Hann hevur í ár vunnið tvær greipur við H71, er settur sum ítróttarstjóri í felagnum og 23-ára gamli hoyvíkingurin er annar av venjarunum á U19-landsliðnum, sum skal til HM-endaspæl í Kroatia í august. So seint sum í 2021 avgjørdi Djóni Gaard Joensen steypafinalu fyri H71 sum spælari.

Nú eru hann og Jónas millum mongu føroysku fjeppararnar í Berlin. Talið er økt í dag, og heilt nógv koma í vikuskiftinum, um spælast skal um heiðsmerki. Spælskiparin í FIF sigur, at stuðulin kann gera stóran mun. Tó leggur A-landsliðsspælarin dent á, at dreingirnir skulu hugsavna seg um eitt ting: Sjálva uppgávuna í morgin og at spæla best gjørliga dystin.

[object Object]
Djóni Gaard Joensen og Jónas Gunnarsson Djurhuus undan ein av dystinum í Hannover (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas G. Djurhuus var umráðandi partur av U21-landsliðnum, sum í 2017 setti yvirleggjaran høgt við at spæla seg til HM-endaspælið í Algeria. Í sjónbandinum greiðir hann frá hesum stóra avrikið og tí serligu upplivingini. Jónas er beiggi Janus Dam Djurhuus, høgra vong á føroyska liðnum.

Hoyr metingar og frágreiðingar, sum teir báðir hondbóltsnørdarnir og spentu fjeppararnir gjørdu tætt við Berlin-múrin.

Føroyar og Serbia spæla um hálvfinalupláss í morgin, hósdagin 29. juni. Fyrsta bríksl í Max Schmeling høllini í Berlin verður klokkan 12.15. Kringvarpið vísir dystin, og Portalurin hevur nógv ymiskt tilfar her niðri frá.

Sí eisini: 
Pauli Jacobsen: - Haldi vit eru betri enn teir á nøkrum økjum
Julian Johansen: Serbia er kanska fysiskt sterkasta liðið í kappingini
Rói Ellefsen á Skipagøtu: Eru góðir til at halda fokus og hyggja frameftir
Bogi Hansen: - Hetta kann blíva ordiliga stórt


Myndir: - Byrjaðir at fyrireika seg í Berlin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder