
Berlin, Týskland (Portalurin) - Eftir ein langan busstúr úr Hannover til Berlin hevur føroyski hópurin fingið hvílt og etið. Síðani gekk leiðin í Max Schmeling-høllina. Her eru umleið 8.000 sitipláss, og tað verða helst vera umleið 3.000 fólk til fjórðingsfinaluna millum Føroyar og Serbia, upplýsa fyrireikararnir í høllini.
Hákun West av Teigum fer at hava heimavøll her skjótt - Füsche Berlin spælir vanliga í stóru høllini, ið ber navnið hjá mætum týskum nevaleikara.
Hákun var ein av teimum fáu, ið vandi hondbólt í dag. Hann og Janus Dam Djurhuus skutu eitt sindur úr hornunum, meðan Aleksandar Sasha Lacok, dagsins spælari móti Portugal í gjár, stóð í mál. Hin málverjin, Pauli Jacobsen, vandi reaktiónsevnini við tennisbóltum o.ø.
Maðurin, ið spældi bóltarnar út til vengurnar, var Óli Mittún. 18-ára gamli hoyvíkingurin er komin inn í hópin. Hann skeyt eitt sindur sjálvur eisini og rann eitt sindur.
Allir hinir strektu og vandu síðani styrki eina løtu. Føroyska liðið venur aftur í høllini í morgin. Tá verður tað meira hondbóltur og beinleiðis fyrireiking til fjórðingsfinaluna, sum byrjar klokkan 12.15 hósdagin.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri.
-
Bogi Hansen
-
Pauli Mittún
-
Aleksandar "Sasha" Lacok
-
-
Hákun West av Teigum
-
Pauli Jacobsen
-
Óli Mittún
-
Óli Mittún er nýggjur í hópinum. Her fær hann eina heilsan frá Hákuni West av Teigum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Janus Dam Djurhuus
-
Kristoffur Bjørgvin
-
-
-
-
Rói Ellefsen á Skipagøtu
-
-
Julian Johansen, høvuðsvenjari, og Elias Ellefsen á Skipagøtu
-
Julian Johansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald