Hondbóltur

Pauli Jacobsen: - Haldi vit eru betri enn teir á nøkrum økjum

Vit merkja ikki so væl í hópinum, hvussu stórur dysturin móti Serbia er, men vit vita tað sjálvandi. Málverjin og liðformaðurin á U21-landsliðnum tosar m.a. um støðuna í hópinum, og hvar Serbia skal steðgast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-28 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Hann vandi inntenst við málmans- og mentalvenjaranum Jens á Skipagøtu eina løtu. Hetta var millum annað við tennisbóltum, ið føroysku málverjarnir ofta nýta fyri at betra seg.

Síðani fekk føroyski U21-liðformaðurin nøkur skot á seg, frá spælarum og onkrum úr venjartoyminum. Eftir venjingina kom Pauli Jacobsen at práta við Portalin.

Hoyvíkingurin er róligur og sigur, at føroyska liðið er heilt væl fyri til stóru uppgávuna í morgin. Teir hugsa tó ikki um, hvussu stór uppgávan móti Serbia er - men spælararnir merkja stóra áhugan uttanífrá.

Skotglaði vinstri bakkurin hjá Serbia, og kontraspælið hjá teimum, skulu haldast niðri, staðfestir Pauli Jacobsen. Liðformaðurin heldur, at Føroyar eru sterkari enn Serbia, tá spælt verður 6 móti 6 úti á vøllinum.

HM-fjórðingsfinalan millum Føroyar og Serbia byrjar klokkan 12.15 í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder