- Um vit spæla upp ímóti okkara besta, so hava vit íhvussu er ein heilt góðan møguleika móti Serbia.
Hetta segði Rói Ellefsen á Skipagøtu við einum lítlum skálkabrosi í Max Schmeling-høllini í Berlin, har Føroyar og Serbia.
Ársins spælari í føroyskum manshondbólti vil ikki seta alt ov nógv orð á næstu stóru uppgávuna - fyrst skal hyggjast gjøllari eftir Serbia.
Um seinastu uppgávuna, móti Portugal, sigur Rói, at teir vóru heldur skelkaðir yvir stóra munin. Hann fegnast um góða avrikið, tað at spæla meira mitt fyri í baktetuni aftur og sigur, at “hype” um U21-landsliðið ikki fyllur nógv í leguni: Teir fylgja við men hugsavna seg eisini annars bara um næstu uppá næstu uppgávuna.
Sí eisini:
Bogi Hansen: - Hetta kann blíva ordiliga stórt
Myndir: - Byrjaðir at fyrireika seg í Berlin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald