Hondbóltur

Spæla móti Portugal á middegi

Føroyska U19-landsliðið hevur framvegis møguleikan at enda á 5. plássið - talan er um sterka mótsstøðu í dag.

Ungu føroysku menninir skulu reisa seg skjótt eftir vónbrotið og longdu leiktíðina í gjár (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Ungu føroysku menninir skulu reisa seg skjótt eftir vónbrotið og longdu leiktíðina í gjár (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-11 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði liðini taptu fjórðingsfinalur í gjár men á heilt hvør sín hátt. Portugal tapti við tíggju málum fyri Danmark í gjárkvøldið, meðan Føroyar taptu eftir longda leiktíð, og eftir at man hevði havt eina trý-máls leiðslu, tá 80 sekund vóru eftir.

Sí eisini: 
Dreymurin um HM-heiðursmerki brast eftir longda leiktíð
Myndir: Føroyar - Egyptaland (U19)
Hjalti Mohr Jacobsen: - Fara at droyma um hesi síðstu sekundini leingi

Hóast tað ikki eru heiðursmerki uppá spæl, so eru tað høg pláss í einum HM-endaspæli og eitt slag av stoltleika uppá spæl, nú eftir at man var nøkur sekund frá HM-hálvfinaluplássi. Føroyska U21-landsliðið endaði á 7. plássi fyri nøkrum vikum síðani - hesir fara at royna at gera tað uppaftur betri.

Tað er tó ógvuliga torført at reisa seg sinnisliga, og menn eru eisini ógvuliga moyrir. Portugal hevur eisini eitt sterkt lið og talan kann gerast um ein tungan dyst.

Um tað skal eydnast at enda nummar fimm, so er ein sigur neyðugur í dag. Man kemur helst at síggja fleri mans í eldinum, og tað stóra trýstið er sum so farið av.

Føroyar og Portugal spæla "hálvfinalu" um 5. plássið klokkan 12 í dag. Hann kann stroymast her.

[object Object]
Trúgvi Hávardsson í gjøgnumbroti í gjár (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder