Hondbóltur

Spæla tríggjar dystir uppá fimm dagar í mars

Føroysku menninir spæla fyrst í Kiev. Síðani vitja kekkar, áðrenn Ukreina aftur er á skránni - hesaferð á Hálsi.

Føroyar og Ukreina spældu tveir dystir móti hvør øðrum í apríl 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar og Ukreina spældu tveir dystir móti hvør øðrum í apríl 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-24 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í apríl 2019 skal føroyska A-landslið hjá monnum í hondbólti spæla tveir EM-undankappingardystir móti Ukreina. Munurin hesaferð er, at ein dystur er kroystur inn ímillum. 

Talan er um heimadystin móti Kekkia, sum upprunaliga skuldi verða leiktur 6. januar, men sum varð avlýstir orsakað av mongu koronutilburðunum í kekkiska hópinum. Teir gjørdu eisini, at Kekkia ikki kundi luttaka til HM-endaspælið í Egyptalandi.

Skráin: 
10.03: Ukreina - Føroyar (Kiev)
12.03: Føroyar - Kekkia (Høllin á Hálsi)
14.03: Føroyar - Ukreina (Høllin á Hálsi)

[object Object]
Fyri skjótt tveimum árum síðani taptu Føroyar fyrst greitt í Kiev, áðrenn liðið fáar dagar seinni bert tapti við einum máli í góðum dysti í Royal Arena. Kjartan Johansen spældi ein stóran dyst á heimavølli í Danmark - hesaferð vitja ukreinar í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Hondbóltssambandið kunngjørdi í gjár, hvørjir 17 leikarar Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið. Mest áhugavert er, at Hákun West av Teigum, sum dagliga spælir í Skanderborg Håndbold í bestu donsku deildini, og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir í IK Sävehof í bestu svensku deildini, eru úttikinir til A-landsliðið á fyrsta sinni. Báðir eru partur av sterka 2002-árganginum, ið vann Europea Open í Göteborg í 2019.

Filip Jojic fer um tvær vikur endliga at fáa sín fyrsta almenna landsdyst fyri Føroyar. 16 leikarar vera á dómaraseðlanum til hvønn dyst.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder