Hondbóltur

Spæla tríggjar undankappingardystir komandi fimm dagarnar

Í morgin spæla føroysku menninir í Moskva. Fríggjakvøldið og sunnukvøldið eru heimadystir á skránni, og atgongumerkjasølan til hesar dystirnar er í gongd.

2021-04-27 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesari vikuni skal A-landsliðið hjá monnum spæla tríggjar EM-undankappingardystir. Tveir av teimum verða leiktir móti Russlandi og ein móti Kekkia.

Talan er um seinnu hálvu av undankappingini hjá Føroyum. Miðskeiðis í mars vórðu tríggir dystir leiktir, har føroyingar taptu allar.

Hesaferð verður fyrst spælt á útivølli - Føroyar og Russland bresta saman í Moskva í morgin, mikudagin 28. apríl - og í vikuskiftinum fáa føroyingar vitjan. Dysturin fríggjadagin 30. apríl verður móti Kekkia, og talan er um útsettan dyst frá fyrst november 2020 og síðani januar. Sunnudagin spæla Føroyar og Russland í Høllini á Hálsi.

Hondbóltssamband Føroya lat í gjár upp fyri atgongumerkjasøluna til dystirnar móti Kekkia og Russlandi. Í mun til heimadystin móti Ukraina í farna mánaði, sleppa nógv fleiri áskoðarar inn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder