Í sambandi við fyrireikingarnar hjá ávikavist kvinnulandsliðnum til HM-endaspælið og manslandsliðnum til EM-endaspælið, verða tríggir vinardystir í Føroyum.
Dystirnir verða í stórhøllini við Tjarnir móti Íslandi og Italia í ávikavist november og januar, skrivar Hondbóltssambandið.
Leygardagin 22. november klokkan 19 spæla føroysku kvinnurnar vinardyst móti Íslandi. Hetta áðrenn liðini mándagin eftir ferðast beinleiðis úr Føroyum, umvegis Luksemborg, til ávikavist Trier og Stuttgart í Týsklandi.
Atgongumerkini til hendan dystin Við Tjarnir koma til sølu mikudagin 29. oktober kl. 10.00 á atgongumerki.fo.
Manslandsliðið spælir tveir vinardystir móti Italia fríggjadagin 9. og sunnudagin 11. januar, báðar dagarnar klokkan 19. Atgongumerkini til hesar dystirnar koma til sølu mánadagin 24. november kl. 10.00 á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald