Sum siður er til landsdystir, verða tjóðsangir spældir fyri teimum báðum liðunum, ið møtast. Men leygarkvøldið var ein heldur pínlig støða, tá tjóðsangurin hjá Albania skuldi spælast, til dystin millum Frakland og Albania. Fraklendingar spældu nevniliga tjóðsangin hjá Andorra, ístaðin fyri tann albanska.
Albansku spælararnir noktaðu at byrja dystin, fyrr enn tann rætti tjóðsangurin varð spældur. Hetta førdi við sær, at dysturin var útsettur í næstan tíggju minuttir.
Og fyri at gera ilt verri, eftir at teir høvdu funnið fram tann rætta tjóðsangin, og tá ið umberingin var søgd út yvir hátalararnar, var enn ein pínlig hending. Tá bað vallar upplesarin um umbering til teir “armensku fjeppararnar”. Hetta skundaði hann sær at rætta, tá hann uppdagaði feilin, og sendi umberingina til teir “albansku fjeppararnar”
Franski venjarin Didier Deschamps kom við einari almennari umbering fyri hendinga, og segði at ein slík støða ikki eigur at koma fyri.
Frakland vann dystin 4-1, og teir liggja á odda í Bólki H, har teir kappast við Turkaland og Ísland um tey bæði plássini til EM endaspælið. Øll trý liðini hava 12 stig eftir fimm dystir, men Frakland hevur bestu málúrtøkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald