Fótbóltur

Spælt seg til HM 2023

Við 30-28 sigri móti Italia hava U20 menninir vunnið Føroyum luttøku í U21 HM-endaspælinum næsta ár.

Frøi í Porto eftir dystin í gjárkvøldið. Leikarar, venjarar og nógvu føroysku áskoðararnir (Mynd: Harald Bjørgvin)

Frøi í Porto eftir dystin í gjárkvøldið. Leikarar, venjarar og nógvu føroysku áskoðararnir (Mynd: Harald Bjørgvin)

2022-07-15 20:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spenningurin helt sær til seinastu løtuna, men nú dómarin hevur bríkslað av, er greitt, at Føroyar U20 menn eru millum 10 tey bestu liðini í Evropa.

Tað gjørdist greitt við 30-28 sigri móti Italia í kvøld. Føroysku garparnir vóru á odda meginpartin av dystinum og ofta við tveimum ella trimum málum, men italiumenn vildu ongantíð lata okkum sleppa.

Tá vit so eisini dúliga brendu var trupult. Stóri spælarin hendan dystin var Hákun West av Teigum, sum av vonginum skoraði heili 11 mál upp á 12 skot.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk ikki síni skot at sita í dag, men var avgerandi spælstýrarin hjá Føroyum kortini. Bert 17 ára gamli Óli Mittún vísti seg veruliga fram og við nógvu ferð síni skoraði hann seks mál.

Samanlagt hevur hetta verið eitt framúr avrik hjá føroysku U20 monnunum, sum hava framt eitt bragd fyri og annað eftir. Fyrst vunnu teir á Danmark, síðani hava teir vunnið á Noreg og Polandi.

Tað hevur við sær, at nú ein dystur restar í, hava okkara U20 menn tryggjað sær minst eitt tíggjunda pláss í kappingini. Hetta hevur eisini við sær luttøku til HM 2023 fyri U21 landslið umframt luttøku til EM í 2024 fyri komandi U20 landsliðið.

Í morgin verður seinasti dysturin í hesari kappingini. Hann verður móti Slovenia um níggjunda plássið í kappingini, og byrjar klokkan 18:30.

Kringvarpið sjónvarpar dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder