Fyri triðju ferð á rað stóð Spania í einari EM-finalu. Samanlagt var tað sætta finalan hjá spaniólum, ið nú eiga flest EM-heiðursmerki (átta). Tað eydnaðist í 2018 at vinna EM á fyrsta sinni eftir finalusigur á Svøríki. Tann finalan var leikt í Zagreb, og júst Kroatia skuldi royna at forða spaniólum at endurvinna gullið. Kroatia var í sínari triðju EM-finalu, men eins og í 2008 og 2018 noyddist liðið hjá Lino Cervar at taka til takka við einum silvurheiðursmerki. Hetta var fimta silvurið í einum endaspæli síðani OL-gullið í 2004.
Tað var góðska á frá byrjan, og tað vóru kroatar, ið høvdu yvirvágina fyrstu smáu tjúgu minuttirnar, tá teir spældi gott og effektivt álopsspæl. Málverjarnir tóku einki, men so kom Gonzalo Pérez de Vargas inn í spanska málið. Barcelona-málverjin er komin á All-star liðið, men hann og Rodrigo Corrales deila spælitíðina. Tað sum Corrales ikki eydnaðist við fyrstu 19 minuttirnar eydnaðist hjá de Vargas: Hann fekk tamarhald á kroatisku skjúttunum; útav teimum fyrstu sjey skotunum sum komu móti honum, tók hann seks. Hetta hekk saman við, at Spania fór frá 5-1 til 6-0 við Guardiola og Morros í miðverjuni, og tað eydnaðist beinanvegin: Kroatia var uttan mál í yvir tíggju minuttir. Í 2. hálvleiki hevði De Vargas eisini nógvar umráðandi bjargingar, og sterki verjuparturin bar á mál.
Perez de Vargas í flúgvandi stíli - hann átti stóran part í finalusigrinum (Mynd: EPA)
Jorge Maqueda kom eisini inn á høgra bakk. Stóri og krútsterki maðurin avloysti ein tannleysan Alex Dujshebaev og skoraði trý mál, so at tað fór frá 7-10 til 10-10. Spania fór eisini til steðgin við einari eitt-máls leiðslu.
Maqueda (nr.5) var ovurfegin eftir seinasta brúksl - Guardiola (nr.30) var sera umráðandi í miðverjuni
Góðskan í álopsspælinum var nú farin niður, og tað helt fram eftir steðgin. Spælið tyktist at ganga ov seint í báðum endum, leikararnir tyktist vera troyttir og mangla yvirskot og hugflog til at skapa nakað, og so vóru verjurnar bara sterkar – serliga í 6-0 men við nógvum flytingum. Kroatia spældi skiftandi 5-1 við Domagaj Dunjak sum 1’ara og 6-0. Tað eydnaðist í stórum pørtum í 2. hálvleiki væl at halda Spania frá opnum møguleikum.
Dunjak og co. steðga her ein einum sponskum gjøgnumbroti (Mynd: EPA)
Spanska spælið við Dujshebaev, Enterrios, Samiento og hinum var stirvið. Trupulleikin hjá kroatum var, at tað ikki eydnaðist at fáa sítt álopsspælið heilt at koyra, har skaðadarvaði Luka Cindric manglaði. Tað eydnaðist tó at koma framum 19-18, tá smáir tíggju minuttir vóru eftir. Tað helt tó ikki. Spaia legði seg á odda 21-20 við tryggum brotskasti frá vonginum Aleix Gómez, og í næsta álopinum gjørdi maðurin ið er valdur til besta spælskipara í kappingini, Igor Karacic, púra ótrýstur átta fet. Tá var ein minuttir eftir, og tá armurin kom upp hjá dómaranum, tók Dujshebaev sakina í egnar hendur á júst sama hátt sum í hálvfinaluni í somu støðu. Sonur legenduna Talang skoraði við undirhondsskoti, ið fór ímillum beinini á fyrst einum verjuleikara og síðani málverjanum.
Munurin millum gull og silvur væl lýstur - omanfyri Dujshebaev-brøðurnir saman við Rodrigo Corrales og steypinum (Mynd: EPA)
22-20 lýsir væl eina finalu, ið yvir 60 minuttir ikki heilt livdu upp til leikligu vánirnar, men har verjurnar vóru frálíkar. Tað er heldur ikki løgið, at tann høga leikferðin og kreativu detaljurnar vóru í hásæti, tá hetta var dystur nummar níggju hjá liðunum seinastu 17 dagarnar. EM-gullið merkir eisini, at Spania spælir seg beinleiðis til OL, ið merkir ógvuliga nógv fyri Spania, ið ikki var við í Rio í 2016. Í Spania er OL tað størsta, men fyri nú kunnu teir av iberisku hálvoynni fegnast yvir enn eitt evorpameistaraheiti. Dunjak og co. skulu nú hugsavna seg um OL-undankappingina eftir eitt flott EM.
EM-finalan:
Spania - Kroatia 22-20 (12-11)
Toppskjúttar: Aleix Gómez 5 mál (3 brotskøst), Domajoj Duvnjak 5 mál (2 brotskøst)
Dystargongdin:
5.min: 2-3
10.min: 4-5
15.min: 6-8
20 min: 8-10
25 min: 10-10
35 min: 16-12
40 min: 16-14
45 min: 17-15
50 min: 18-18
55 min: 19-19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald