Annað

Spania basti Iran

Tað var bert eitt mál sum skilti partarnar í Kazan, men Spania fekk sum væntað trý stig.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-06-20 21:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í Russlandi í dag var í bólki B, har Iran og Spania hittust. Iran kom væl frá byrjan, tá liðið fekk eitt sera seint sigursmál ímoti Marokko fríggjadagin. Seinni sama kvøld mist Spania sigurin ímóti endanum, tá grannarnir Portugal fingu javnleik í spennandi dystinum.

Spania var stórfavorittur í dag, og passningsterka liðið var eisini greitt omaná hvat spæli viðvíkur. Spania hevði eisini nógvar royndir, men kompakta og vælskipaða liðið hjá Carlos Quieroz helt væl fast.

(Mynd: EPA)

Spaniólar fingu hol á smáar tiggju minuttir inn í seinna hálvleik. Diego Costa royndi at koma til skot, og heldur tilvildarliga kom bólturin í sterka áleyparan og stakk í málið. Sterki áleyparin skoraði tvey mál ímóti Portugal, so Costa er komin væl frá byrjan í Russlandi.

Iran megnaði ikki at trýsta Spania, sum koyrdi sigurin og trý stigini heim.


(Mynd: EPA)

Nú eru Portugal og Spania og fýra stigum og liggja sera væl til at koma víðari. Hjá spaniólum kann tað bara kiksa, um teir eru fyri ósigri við tveimum ella fleiri málim ímóti Marokko, ið einki hevur at spæla fyri, og so skulu Portugal og Iran eisini spæla javnleik.

Bólkurin verður avgjørdur mánakvøldið.

Iran - Spania 0-1 (0-0)
54. min Diego Costa 1-0

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder