Hondbóltur

Spania og Kroatia fingu bert javnleik

Finaluliðini í EM-endaspælinum í fjør komu ikki væl frá byrjan í HM - Japan og Brasil vildu tað øðrvísi. Argetina hevði sítt baks við einum nýggjum liði í HM-høpi, men tað hevði Týskland ikki.

Teir á brasilianska landsliðnum kundu fegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)

Teir á brasilianska landsliðnum kundu fegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)

2021-01-15 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í HM-endaspælinum í EM í Egyptalandi fóru í gongd klokkan 17.00. Allir høvdu tað til felags, at ein risafavorittur var, men tað skuldi ikki ganga heilt sum væntað áðrenn í trimum av dystunum.

Argentina vann við seks málum, men í steðginum var tað Fólkaræðisliga lýðveldið Kongo, sum var á odda. Kongo er til sítt fyrsta endaspæl og spældi sera væl fyri steðgin. Í 2. hálvleiki gekk orkan eitt sindur undan hjá lyklaleikarunum, Argentina fór eitt sindur longri upp at verja, og fann eisini eitt hægri gervi. 

Spania hevur vunnið tvey tey seinastu EM-endaspølini og er ein av størstu favorittunum at koma í finaluna. Tað ger liðið ikki við spælinum, sum tað vísti í 2. hálvleiki í dag. Brasil var uttan størstu stjørnuna Thiagus dos Santos úr FC Barcelona. Eins og hann er annar av vinstru vongunum smittaður við koronu, hin er skaddur, men alt hetta, umframt at Brasli spældi seinastu løtuna i undirtali, foraði ikki fyri at liðið fekk strítt seg til eitt stig. Brasil lá eisini til at vinna, tá Raul Entertíos skoraði, tá tíggju sekund vóru eftir. 

Kroatia kom á odda 1-0 móti Japan. Men tað var eisini einastu ferð, at liðið ið fekk silvur í Svøríki fyri einum ári síðani, var tað. Skjótt var Japan á odda 7-2, og í steðginum var munurin trý mál. Kroatarnir høvdu ilt við at fylgja við kviku kroatunum, og tað varð neyðugt við brotsskasti frá Ivan Cupic, tá tjúgu sekund vóru eftir, fyri at tryggja Kroatia eitt stig.

Einasti dysturin ið endaði við greiðum favorittsigri var í býnum 6th of October. Har vóru eisini heili  29 mál á muni. Uruguay spældi sín fyrsta dyst í einum HM-endaspæli nakrantíð, og í fyrra hálvleiki fekk suðuramerikanska liðið bert fýra mál móti Andreas Wolff. Týskland er uttan nakrar stórar profilar - serliga strikuleikarnir Hendrik Pekeler og Patrick Wiencke úr THW Kiel verða saknaðir.

Í løtuni eru tríggir dystir í gongd. Danmark og Bahrain spæla í Kairo, og har kemur Jóhan á Plógv Hansen helst í spæl seinni í dystinum.


Skráin í dag - Fríggjadagin 15.01

Bólkur A
Týskland - Uruguay 43-14 (16-4)

19.30: Ungarn - Grønhøvdaoyggjarnar (Kap Verde)

Bólkur B
Fríggjadagin 15.01
Spania - Brasil 29-29 (16-13)
19.30: Tunesia - Pólland

Bólkur C
Fríggjadagin 15.01
Katar - Angola 30-25 (14-13)
Kroatia - Japan 29-29 (14-17)


Bólkur D
Fríggjadagin 15.01
Argentina - Kongo 28-22 (13-14)
19.30: Danmark - Bahrain 

Úrslitini í gjár - hósdagin 14.01
Bólkur E: 
Eysturríki - Sveis 25-28 (13-13)

Noreg - Frakland 24-28 (13-13)

Bólkur F
Algeria - Marokko 24-23 (8-15)

Ísland - Portugal 25-23 (11-10)

Bólkur G
Mikudagin 13.01
Egyptaland - Kili 35-29 (18-11)


Hósdagin 14.01
Svøríki - Norðurmakedónia 32-20 (16-11)

Bólkur H
Hvítarussland - Russland 32-32 (15-15)
Slovenia - Suðurkorea 51-29 (25-16)


Skráin í dag - Fríggjadagin 15.01

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder