Spania hevði bóltin meira og vildi meira við bóltinum. Liðið hjá Luis de la Fuente legði meira fyri frameftir enn Ongland, og tað gav úrslit í Berlin.
Soleiðis hevur tað verið allan vegin, og í dag kostaði tað endliga veruliga Ongland, at tyktikst at tora ov illa. Hinvegin gav tað aftur úrslit hjá Spania, sum vann sjey av sjey dystum í endaspælinum.
Tað skaðaði ikki Spania, at Rodri - sum eftir seinasta bríksl varð valdur til besta spælara í finaluni - noyddist út við skaða í stegðinum. Spania legði út sum eitt óløgi í 2. hálvleiki, tá ein spennandi ungur vongur fann ein annan spennandi vong: Yamal yvirum til Nico Williams, sum trygt legði bóltin framvið Jordan Pickford.
So at siga einki var hent frammanfyri málinum í fyrra hálvleiki, og Ongland kom ikki beinleiðis í gongd eftir 1-0 málið. Harry Kane, ið heilt vist er darvaður av ymiskum, varð skræddur út fyri Ollie Watkins stutt eftir málið, men tað var ikki Cole Palmer kom á vøllin í 70. minutti, at nakað veruliga hendi.
Gott og skjótt spæl frameftir, Jude Bellingham legði av till Palmer, og innskifti Chelsea-miðvallarin setti sín góða vinstra fót á úr áleið 20 metrum. Bólturin fór heilt niður í longra málhorn. 1-1 í Berlin-
So hendi tað, sum væntast kundi: Liðið hjá Gareth Southgate trekti seg nakað aftur, og lat Spania stýra við bólti. Fimm minuttir fyri leiklok bragdaði aftur hjá "La Roja". Chelsra-bakkurin Marc Cucurella við frálíkari sending úr vinstru, og har var Mikel Oyarzabal til reiðar. Innskifti Real Sociedad-áleyparin rann rætt og var júst ikki rangstaddur, tá hann kastaði seg fram og stýrdi bóltinum í netið.
Hetta gjørdist tað 15. spanska málið og avgerandi málið í EM. Ongland royndi at svara aftur, men Dani Olmo bjargaði á strikuni eftir honraspark og stútara. Fjórðu ferð at Spania lyfti steypið - eingin annar hevur vunnið so ofta - og var hetta uttan iva besta liðið í endaspælinum.
(Mynd: EPA)
EM-finalan
Í morgin, sunnudagin 14. juli
Spania - Ongland 2-1 (0-0)
47' Nico Williams (Lamine Yamal) 1-0
73' Cole Palmer (Jude Bellingham) 1-1
86' Mikel Oyarzabal (Mar c Cucurella) 2-1
Dagsins spælari: Lamien Yamal
Besti spælari í kappingini: Rodri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald