Fótbóltur

Spanskir miðlar: Tíðarinnar størsta skomm

Spanskir miðlar hava eingi góð orð at bera Barcelona eftir ósigurin í gjár.

Lionel Messi og Barcelona megnaðu ikki at spæla seg víðari til finaluna (Mynd: EPA)

Lionel Messi og Barcelona megnaðu ikki at spæla seg víðari til finaluna (Mynd: EPA)

2019-05-08 15:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Liverpool gjørdi tað ógjørliga í gjár, tá teir vendu einum 3-0 tapi í fyrra dystinum til ein 4-3 samanlagdan sigur á Barcelona, við einum framúr flottum sigri á Anfield.

Hetta er næsta árið á rað, at Barcelona verður sligið úr Champions League eftir at hava havt eina trýmáls leiðslu eftir fyrra dysti í knock-out umfari.

Spanskir miðlar hava eingi góð orð at bera Barcelona eftir ósigurin, sum teir kalla fyri tíðarinnar størsta skomm.

Serliga eru tað argentinska heimsstjørnan Lionel Messi og venjarin Ernesto Valverde, sum standa fyri skotum. Stóra spanska blaðið Marca skrivar, at Messi slett ikki var til staðar, tá Anfield svølgdi hann heilan. Blaðið vísir á, at Messi misti bóltin heili 17 ferðir og vann hann bert tvær ferðir.

Lokala blaðið í Barcelona, Don Balón, skrivar, at venjarin Ernesto Valverde hevur eina ótrygga framtíð í felagnum. Blaðið skrivar at mátin venjarin vil spæla fótbólt ikki passar til eyðkennið hjá Barcelona, at viðhaldsfólkið ikki dámar hann og at stjørnurnar onga virðing hava fyri honum.

Barcelona hevur ikki verið í Champions League finaluni síðani kappingarárið 2014/2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder