Fótbóltur

Spanskur fótbóltur stendur frammanfyri match-fixing gølu

Fleiri leikarir eru handtiknir.

Fyrrverandi Real Madrid leikarin Raul Bravo

Fyrrverandi Real Madrid leikarin Raul Bravo

2019-05-28 15:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spanska fótbóltssambandið boðar frá, at fleiri leikarar eru handtiknir og undir illgruna fyri match-fixing. Sambært fótbóltssambandinum er talan um fyrrverandi og núverandi leikarar.

Spanskir miðlar skriva, at teir, sum eru undir illgruna, hava verið við í at “fixa” dystir í bestu og næstbestu deildini.

Sambært spanska blaðnum El Pais er fyrrverandi Real Madrid leikarin Raul Bravo ein av teimum, sum er handtikin. Spanska blaðið Marca skrivar, at forsetin í Huesca, umframt leikararnir Borja Fernandez, Carlos Aranda, Samu Saiz og Inigo Lopez eisini eru handtiknir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder