Eftir dystirnar í dag hava øll liðini í HM-endaspælinum spælt ein dyst í høvuðsumfarinum. Dystirnir fyrr í dag endaðu við favorittsigrum, tó at Niðurlond hevði stórar trupulleikar av Katar. Teir stóru og dramatisku dystirnir vóru í kvøld
Í Malmö brustu Danmark og Kroatia saman. 10.420 áskoðarar settu sín dám á, og tað var týðiligt, at Kroatia spældi fyri lívinum. Fyri at hava lagnuna í egnum hondum skuldu Dunjak og hinir vinna, og teir vóru á og spældu ógvuliga væl. Landin tók lítið, og danska verjan hevði gjøgnum dystin stórar trupulleikar við effektiva kroatiska álopinum, har spælskiparin Luka Cindric gekk á odda, og har Cipic á strikuni ikki var til at stýra. Hann gjørdist javnsettur toppskjútti við níggju málum.
Danski toppskjúttin var 22-ára gamli Simon Pytlick, sum vísti stórt sjálvsálit og dirvi og skoraði níggju mál. Hann spældi væl í bólkaspælinum, men dysturin í kvøld var hansara stóra altjóða gjøgnumbrot. Tað gekk annars heldur striltið við danska álopsspælinum fyrstu 19 minuttirnar, og støðan var 12-8, tá Nikolaj Jakobsen valdi at spæla 7 ímóti 6. Hetta eydnaðist væl, og talan varð um ein seinna hálvleik, har tað allatíðina var ógvuliga javnt.
Danir stríddust við at halda kroatum allan dystin
Royndi verujserfrøðingurin Domagoj Duvnjak royndi allatíð at órógva danska álopsspælið (Myndir: EPA)
Hann var eisini merktur av nógvum útvísingum. Kroatia fekk samanlagt átta og Danmark seks. Serliga Kroatia spældi hart, og tað var týðiligt, at Mathias Gidsel fekk serligt uppmerksemi, og kviki bakkurin fekk bókstaviliga nøkur sløg. Danski landsliðsvenjarin var ikki nøgdur - eisini tí at danir brendu fleiri fríar møguleikar seinasta korterið - men Danmark stríddi seg fleri ferðir upp á javnt. Tá hálvur minuttir var eftir, javnaði Kroatia, og Danmark misnýtti sín møguleika at avgerða, tí Emil jakobsen misti bóltin, og so vóru kroatar nær við, við skoti av egnari hálvu.
Danir kunnu brúka javnleikin til meira: Heimsmeistararnir kunnu vinna bólkin við at vinna hinar báðar dystirnar (USA leygardagin og so helst bólkafinalu móti Egyptalandi mánakvøldið). Málúrtøkan er eisini so góð, at Kroatia helst ikki kann fáa Danmark aftur. Kroatar hava ein lítlan møguleika, men so skulu egyptar snáva.
Jóhan á Plógv Hansen spældi aftur fullan dyst á høgra vongi. Hann brendi sítt fyrsta skot í kappingini, tá tíggju minuttir vóru eftir, men skoraði trygt uppá hini fýra skotini hjá sær (Mynd: EPA)
Noreg vendi dystinum í seinna hálvleiki
Í Póllandi vóru serbar omaná í fyrra hálvleiki. Teir spældu við nógvum fysikki og yvirskoti og vóru á odda við trimum málinum í steðginum. Serbia skoraði eisini tvey tey fyrstu málini eftir steðginum, men so kom norks maksinan í gongd. Tað hendi eisini móti Niðurlondum týsdagin, og har tykist at vera ein verulig mental styrki á norska liðnum.
Tað er eisin nógv góðska í spælinum, tá Sander Sagosen og hinir fara í gongd. Noreg vann seinastu 26 minuttirnar við átta málum. Tá norðmenninir komu á odda 23-22 eftir 43 minuttir sleptu teir ongangíð leiðsluni, vunnu við trimum og liggja saman við Týsklandi til at koma víðari úr bólkinum. Hesi liðini kunnu avgerða tað við sigrum leygardagin, men Niðurlond kunnu veruliga fáa spenning í, um tað eydnast at vinna á grannunum í næsta umfari. Serbia hevur eftir úrslitið í kvøld ongan møguleika at koma víðari, tí liðið tapti fyri Týsklandi í innleiðandi bólkaspælinum.
Mynd: EPA
Høvuðsumfarið
Bólkur III
1. Noreg 6 stig
2. Týskland 6 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Serbia 2 stig
5. Katar 0 stig
6. Argentina 0 stig
Í dag - hósdagin 19.01:
Katar - Niðurlond 30-32 (19-15)
Týskland - Argentina 39-19 (24-11)
Noreg - Serbia 31-28 (14-17)
2. umfar - leygardagin 21.01
14.30: Serbia - Argentina
17.00: Katar - Noreg
19.30: Niðurlond - Týskland
Bólkur IV
1. Egyptaland 6 stig
2. Danmark 5 stig
3. Bahrain 4 stig
4. Kroatia 3 stig
5. Belgia 0 stig
6. USA 0 stig
Dystirnir í dag - hósdagin 19.01:
USA - Bahrain 27-32 (13-17)
Egyptaland - Belgia 33-28 (22-15)
Danmark - Kroatia 32-32 (15-16)
2. umfar - leygardagin 21.01
14.30: Bahrain - Egyptaland
17.00: Kroatia - Belgia
19.30: USA - Danmark
Í morgin eru aftur seks dystir á skránni. Tann heilt stóri verður í Göteborg klokkan 19.30, tá Ísland og onnur vertstjóðin bresta saman. Lykladystur verður tó longu klokkan 14.30 í Póllandi. Um Slovenia megnar at koppa Spania kemur verulligur spennigur í bólk I.
Bólkur I
1. Spania 6 stig
2. Frakland 6 stig
3. Slovenia 4 stig
4. Montenegro 2 stig
5. Pólland 0 stig
6. Iran 0 stig
Í gjár - mikudagin 18.01:
Iran - Slovenia 21-38 (9-20)
Frakland - Montenegro 35-24 (16-13)
Spania - Pólland 27-23 (16-15)
Dystirnir í morgin - fríggjadagin 20.01
14.30: Slovenia - Spania
17.00: Iran - Frakland
19.30: Montenegro - Pólland
Bólkur II
1. Svøríki 6 stig
2. Ísland 4 stig
3. Portugal 3 stig
5. Brasil 3 stig
5. Ungarn 2 stig
6. Grønhøvdaoyggjarnar 0 stig
Í gjár - mikudagin 18.01
Portugal - Brasil 28-28 (12-11)
Grønhøvdoyggjarnar - Ísland 30-40 (13-18)
Svøríki - Ungarn 37-28 (18-14)
Dystirnir í morgin - fríggjadagin 20.01
14.30: Grønhøvdaoyggjarnar - Portugal
17.00: Brasil - Ungarn
19.30: Ísland - Svøríki
Les eisini: Svøríki og Ísland liggja væl til at koma víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald