Tað er nú, at HM-endaspælið veruliga er vorðið spennandi. Nøkur av veikastu liðunum eru farin út, og hóast nakrar hondbóltstjóðir við týðiligum avmarkingum eru millum tær 24 í høvuðsumfarinum, so er tað nú eitt tætt stríð um at koma í fjórðingsfinalurnar.
Seks teir fyrstu dystirnir í umfarinum vóru í gjár. Í bólki I var eingin slingur í valsinum hjá favorittunum, hóast pólsku vertirnir góvu Spania ein skarpan gang. Spania og Frakland kunnu avgerða alt sjálvi í morgin - Slovenia hevur eitt spennandi lið og bjóðar av, men skal vinna á spaniólum seinnapartin í morgin.
Svøríki buldrar víðari. Evropameistararnir góvu fjøldini í Göteborg undirhald í gjár við 37 málum móti Ungarn, ið ikki megnaði at hanga í. Hetta var størsta royndin hjá svium higartil, og hana stóðu Hampus Wanne, Jim Gottfriedsson, Andreas Palicka og hinir væl og virðiliga.
Í annaðkvøld kann Svøríki spæla seg víðari til fjórðingsfinalurnar. Fyrri "matchbólturin" er móti Íslandi, sum í gjár legði seg á 2. plássi í bólkinum við tíggju-máls sigri á Grønhøvdaoyggjunum, ið eru við í høvuðsumfarinum fyri fyrstu ferð. Úrslitið hjá Svøríki kom væl við, tí Ísland hevur tapt fyri Ungarn í kappingini og kappast við íslendingar um annað plássið í fjórðingsfinaluni. Tað ger Portugal eisini, men Portugal spældi javnleik móti Brasil í gjár, av tí at Brasil fekk umstrítt brotsskast eftir videodøming - eftir síðsta bríksl.
Íslendsku spælararnir takka trúgvu áskoðarunum. Teir skoraðu 40 ferðir móti Grønhøvdaoyggjunum (Mynd: EPA)
Høvuðsumfarið
Bólkur I
1. Spania 6 stig
2. Frakland 6 stig
3. Slovenia 4 stig
4. Montenegro 2 stig
5. Pólland 0 stig
6. Iran 0 stig
Í gjár - mikudagin 18.01:
Iran - Slovenia 21-38 (9-20)
Frakland - Montenegro 35-24 (16-13)
Spania - Pólland 27-23 (16-15)
Dystirnir í morgin - fríggjadagin 20.01
14.30: Slovenia - Spania
17.00: Iran - Frakland
19.30: Montenegro - Pólland
Bólkur II
1. Svøríki 6 stig
2. Ísland 4 stig
3. Portugal 3 stig
5. Brasil 3 stig
5. Ungarn 2 stig
6. Grønhøvdaoyggjarnar 0 stig
Í gjár - mikudagin 18.01
Portugal - Brasil 28-28 (12-11)
Grønhøvdoyggjarnar - Ísland 30-40 (13-18)
Svøríki - Ungarn 37-28 (18-14)
Dystirnir í morgin - fríggjadagin 20.01
14.30: Grønhøvdaoyggjarnar - Portugal
17.00: Brasil - Ungarn
19.30: Ísland - Svøríki
Í dag eru aftur seks dystir á skránni. Longu klokkan 14.30 eru tveir dystir, og har skulu Bahrain og Niðurlond vinna favorittsigrar fyri at hanga í. Klokkan 17 skulu Týskland og Egyptaland gera sína skyldu klokkan 19, og í kvøld eru lykladystir á skránni í bólki III og IV.
Serbia hevur víst styrki í bólkaspælinum, men nú er Noreg á skránni, ið hevur fult stigatal. Hetta verður ein stór roynd fyri bæði liðini. Danir hava eisini fult stigatal og hava vunnið sínar dystir við 15,15 og 13 málum, men nú bíðar ein størri avbjóðing í Kroatia, ið tó hevur fleiri skaðar. Hóast hetta eru góðskuspælarar sum Duvnjak, Cindric og Karacic; Kroatia er eitt "endaspælslið", og skal vinna fyri at hava ein realistiskan møguleika at koma víðari.
Bólkur III
1. Noreg 4 stig
2. Týskland 4 stig
3. Serbia 2 stig
4. Niðurlond 2 stig
5. Katar 0 stig
6. Argentina 0 stig
Dystirnir í dag - hósdagin 19.01:
14.30: Katar - Niðurlond
17.00: Týskland - Argentina
19.30: Noreg - Serbia
Bólkur IV
1. Danmark 4 stig
2. Egyptaland 4 stig
3. Kroatia 2 stig
4. Bahrain 2 stig
5. Belgia 0 stig
6. USA 0 stig
Dystirnir í dag - hósdagin 19.01:
14.30: USA - Bahrain
17.00: Egyptaland - Belgia
19.30: Danmark - Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald