Hondbóltur

Spennandi HM-lutakastið verður sunnudagin

Orsakað av 3. plássinum í EM-bólkaspælinum hava Føroyar ein góðan møguleika at fáa eitt lutakast, sum setur føroysku kvinnurnar í favorittstøðu ella í umleið 50-50 støðu til dystirnar í apríl.

Føroyar eru styrkismettar til HM Play-off lutakastið. Ellivu lið eru í hinum pottinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar eru styrkismettar til HM Play-off lutakastið. Ellivu lið eru í hinum pottinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-11 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri Føroyar endaði EM-endaspælið fyri átta døgum síðani, men skjótt varð sjóneykan sett á næstu uppgávuna og møguleikarnar har.

Sí eisini: 
Rakul Wardum: - Vit hava upplivað nakað fantastiskt her - hetta var bert fyrsta fetið
Brynhild vil sleppa at uppliva eitt endaspæl aftur

Føroyar skulu í apríl spæla tveir HM-play off dystir, ein á heimavølli og ein á útivølli. Samanlagda úrslitið verður avgerandi fyri, hvørt føroysku kvinnurnar skulu spæla endaspæl aftur næsta vetur ella ei.

Menninir vóru ikki styrkismettir men fingu á pappírinum eitt gott lutakast til HM-play off dystirnar fyrr í ár. Útgangsstøði eftir heimadystin á Hálsi (+7) var heilt gott, men Føroyar stóðu ikki móti ymiska trýstinum í Skopje og taptu við átta málum.

Marginalar á muni - 11 ymiskir møguleikar

Tá føroysku spælararnir og áskoðarnir vóru savnaði til eftirveitslu skamt frá St. Jakobshalle, bar til at fylgja við Kroata - Sveis á stórskýggja. Har hildu øll við Sveis, tí tapti Kroatia við nøkrum málum, so endaðu Føroyar omanfyri Kroatia vegna málúrttøku. 

Hetta eydnaðist við so lítlum at geva av sum gjørligt: Liðini høvdu bæði -12, men Føroyar skoraðu eitt mál fleiri enn Kroatia í bólkaspælinum. Harvið endaðu Føroyar nummar 17 av teimum 24 í endaspælinum - komu inn í kappingina sum "nummar 24" eftir undankappingina.

[object Object]
Føroysku kvinnurnar fegnast - saman við familju og fjepparum - ta tað verður greitt, at avrikið rakk til eitt 3. pláss og styrkismetingin í HM play-off (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Endaðu á 3. plássi - styrkismettar til HM play-off

Tað at enda beint omanfyri bronsuvinnaran frá 2020 merkir, at Føroyar sleppa undan teimum heilt sterku liðnum, sum vera í undankappingini.

Ovari styrkisbólkur:

Danmark/Svøríki, Montenegro, Pólland, Rumenia, Slovenia, Sveis, , Spania, Eysturríki, Kekkia, Ísland og Føroyar.

Niðari styrkisbólkur:

Norðurmakedonia, Kroatia, Turkaland, Serbia, Portugal, Ukraina, Slovakia, Ísrael, Italia, Kosovo og Litava

Seinni í vikuni fara vit meira í dýbdina við ymisku møguleikunum, men tað greitt, at Føroyar helst skulu sleppa undan trimum londum: Kroatia, Portugal og Serbia. Hesi eru tey sterkastu og vera ógvuliga torfør at koppa yvir tveir dystir.

Norðurmakedónia, Turkaland, Ukraina og Slovakia vóru við til EM, men har burdi styrkismunurin ikki verið so stórur, og serliga móti Slovakia burdu Føroyar kanska staðið sterkari - vunnu ein venjingardyst greitt í Slovakia undan EM.

Ísrael, Italia, Kosovo og Litava rukku ikki endaspælinum, og at trekt eitt av hesum burdi verið roknað sum dreymalutakast - hóast helst serliga Italia hevði givið harða mótsstøðu.

Avgerandi dystirnir verða spældir í apríl
Playoff-dystirnir verða leiktir í viku 15 í 2025. Hetta er í apríl: Hin fyrri miku- ella hósdagin 9./10. apríl og hin seinni leygar- ella sunnudagin 12./13. apríl, skrivar Hondbóltssambandið.

- Talan er um úti- og heimadyst, har vinnarin yvir teir tveir dystirnar sleppur til HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi og Niðurlondum í døgunum 27. november til 14. desember 2025.

[object Object]
Súna Krossteig Hansen í EM undan-undankapping á Hálsi í 2021 har Føroyar bastu bæði Ísrael og Finnlandi (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder