Hondbóltur

Spennandi umfar í kvøld

Tey trý liðini, ið stríðast um annað finaluplássi, skulu í eldin í kvøld. Kyndil og H71 hittast í innanhýsis dysti.

Kyndil og H71 skulu í kvøld stríðast fyri týðandi stigum í Stórhøllini
(Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil og H71 skulu í kvøld stríðast fyri týðandi stigum í Stórhøllini (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-14 16:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í SMS-deildini varð leiktur í gjárkvøldið. Hann var í Vestmanna, har greiða oddaliðið vann við heili 25 málum á botnliðnum.

Tveir dystir, ið kunnu fáa ógvuliga stóran týdning í oddastríðnum, eru á skránni í kvøld. H71 og Kyndil stríðast bæði fyri 2. plássinum, og dysturin í Høllini á Hálsi kann geva eina av liðnum ein fyrimun. Lagt er upp til ein tættan og spenanndi dyst. Neistin er í løtuni nummar tvey, og spælir í kvøld á útivølli ímóti liðnum ið sló tær í bláum út av steypakappingini

18.00: Stjørnan – Neistin
18.30: Kyndil – H71
Í gjár: VÍF – StÍF 41-15 (25-9)


Støðan:
VÍF 26 (15 dystir)
Neistin 17 (14 dystir)
H71 16 (14 dystir)
Kyndil 15 (13 dystir)
Stjørnan 9 (13 dystir)
StÍF 1 (15 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder