Fótbóltur

Spenningur er serliga um álopskendu plássini og sentrala miðvøllin

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava havt ymiskt at velja í til fyrstu HM-undankappingardystirnar. Tíðindafundur verður klokkan 10 í morgin.

Eyðun Klakstein á tíðindafundi, tá sáttmálin varð undirskriaður. Mánadagin fyrrapart heldur hann tíðindafund (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein á tíðindafundi, tá sáttmálin varð undirskriaður. Mánadagin fyrrapart heldur hann tíðindafund (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-09 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrar ferðir seinastu árini hevur Eyðun Klakstein staðið har sum U21-landsliðsvenjari. Í november las hann A-landsliðshópin upp, tá hann var fyribils høvuðsvenjari á A-landsliðnum, og í morgin skal 53-ára gamli klaksvíkingurin á fyrsta sinni kunngerða ein hóp sum fastur A-landsliðsvenjari.

Um hugt verður eftir hópinum seinast, so er Teitur Matras Gestsson ikki tøkur. Málverjin er givin. Gunnar Vatnhamar hevur verið darvaður av skaða í vetur og spældi ikki í Conference League-dystunum hjá Víkingi í mánaða. Ungi Ási Dam hevur eisini havt ein skaða at dragast við og kom inn seint í dystinum hjá HB fríggjakvøldið.

Tað gjørdi Jákup Biskopstø Andreasen eisini fyri KÍ í dag. Verjukendi miðvallarin var skaddur so at siga alt 2024, og tað er spurningurin, um tað er ov tíðliga í mun til landsliðið. Annars eru hann og Geza David Turi uppløgd boð til at spæla nógvar minuttir á sentrala miðvøllinum næstu árini, men nú hava Føroyar eisini bæði Brand Hendriksson og Hall Hansson tøkar. Dysturin í Norðurmakedónia í november var tann frysti, sum báðir spældu í síðani 2021.

Geza er nú endiliga tøkur fyri føroyska landsliðið, men hann hevur so at siga ikki spælt nakrar dystarminuttir í 2025. Hann var fyrstu ferð við í dystarhópi hjá Grimsby leygardagin.

[object Object]Mynd: Hans Erik Danielsen

Tað er tó spurningurin, hvussu nógv dystarformur spælir inn í avgerðini, nú teir flestu hava spælt ein ella heilt fáar kappingardystir í ár. 

Spenningur er um, hvussu venjararnir vekta avgerðina til álopskendu plássini. Seinast var Poul Kallsberg unga íkastið, men hann spældi ikki. Páll Andrasson Klettskarð var aftur á landsliðnum, meðan Jóan Símun Edmundsson og Klæmint Andrasson Olsen ikki vórðu tikinir út. Nú er Jóan Símun farin til íslendskan fótbólt - Klæmint skoraði tvey mál fyri NSÍ í dag og sær út til at vera betri fyri enn í fjør.

So er eisini altíð spennandi, um onkur "jokari" verður við. Vit fáa at síggja fyrrapartin í morgin. Almenni tíðindafundurin verður á Tórsvølli klokkan 10 mánadagin. Sum skilst senda Televarpið og FM1 beinleiðis.

Hópurin, sum Eyðun Klakstein kunngjørdi í november til Nations Leauge-uppgávur á útivølli

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð
Teitur Matras Gestsson (Givin)
Mattias Heðinsson Lamhauge

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen
Jann Julin Benjaminsen
Viljormur Davidsen
Ási Dam 
Andrias Edmundsson
Odmar Færø
Gunnar Vatnhamar
Arnbjørn Svensson

Miðvallarar:
Hallur Hansson
René Shaki Joensen
Noah Mneney
Hanus Sørensen
Adrian Justinussen
Sølvi Vatnhamar
Jóannes Bjartalíð
Brandur Hendriksson Olsen
Poul Kallsberg

Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen
Petur Knudsen
Páll Andrasson Klettskarð

Føroyar byrja HM-undankappingina í Kekkia 22. mars. Tríggjar dagar seinni verður dystur í Montenegro.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder