Steypafinalan fyllir nógv í hesum døgum í frítíðarheiminum á Gásamýri í Leirvík.
Har hava tey fýra leikarar sum arbeiða á stovninum. Tríggjar víkingar og ein KÍ’ara. Víkingarnir eru Olaf Bárðarsson, Geza Dávid Turi og Gunnar Vatnhamar.
Einsamalli KÍ’arin er Mads Boe Mikkelsen.
Sjálvt um vit halda við Víkingi ynskja vit eisini Mads ein góðan dyst. Spennandi verður at møta til arbeiðis mánadagin, og vita hvør fer at prika til hvønn, siga tey á Gásamýri.
Steypafinalan hjá monnum millum KÍ og Víking verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19:00. Í steypafinaluni hjá kvinnum hittast HB og KÍ, og tann dysturin byrjar klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald